Tað er fleiri ferðir hent í ár, at neyðugt hevur verið at skjóta ísbjarnir, sum nærkast fólki í Grønlandi. Herfyri hendi eisini tað, at ísbjørn leyp á eina tyrlu, sum fekk materiellar skaðar.
Aftur í dag ber KNR tíðindi um eina ísbjørn í Grønlandi, sum løgreglan sá seg noydda at skjóta, tí hon var til vanda til fólk. Hendingin fór fram í Upernavik.
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at ísbjørnin, sum nærkaðist býnum, leyp á ein hundahvølp. Lagt verður aftrat, at ísbjørnin eisini var til vanda fyri fólkið í býnum.