Bogaskjóting
Tá endin er góður er alt gott, verður ofta sagt. Og um so er, so varð talan um ein bogaskjótidag av teimum heilt góðu, við trimum gullmerkjum, tveimum úr silvuri og einum úr bronsu sum úrtøku.
Men áðrenn metallið kom til høldar, máttu føroysku skjúttarnir ígjøgnum so øgiliga nógv.
Óskil í roknskapinum
Tað vísti seg, at tað var telduskipanin hjá fyrireikarunum, sum var trupulleikin.
- Vit fingu boð frá IAG um at nýta eina nýggja skipan, men hon hevur altso ikki víst seg at rigga nóg væl. Sjálvt um hon helst skuldi gjørt alt lættari. Áður hava vit bara brúkt vanlig rokniørk, og tað tekur altso ikki so langa tíð at tasta alt inn. Skjóta vit heima í Føroyum, eru vit kanska einir 30 skjúttar, og tá tekur tað altso ikki meira enn hálvan tíma ella so, áðrenn hesi hava fingið skorikort sendandi við telduposti. So hetta er altso ikki nóg gott, staðfesti Schandorff Vang, sum í ár er ein av dómarunum.Og – kunnu vit leggja afturat – ikki hevur nakað við sjálva samanteljingina at gera.
Og hvør sum ein kunu skjúttarnir helst skriva undir uppá, at hetta var ikki nóg gott. Eingin tordi at trúgva nøkrum sum helst á stigatalvuni. Onkur skjútti hevði mist upp til 150 stig í mun til rætta stigatalið, meðan onnur kanska høvdu fingið nøkur stig afturat í sínum roknskapi.
Ætlandi skuldu heiðursmerkini handast klokkan 16 lokala tíð, men klokkan var farin beint um 18, áðrenn pallurin endaliga kundi gerast klárur.
Og tá alt kom til alt, so var úrtøkan ikki so galin. Gull til Anniku Vang, sum skeyt nýtt Oyggjaleikamet á bæði 50 og 30 metrum. Gull til liðini í bæði compound og recurve. Silvur til Jógvan Niclasen og Sigrid Vang og bronsu til Absalon Hansen.