Tað er sera vandamikið at skjóta við luftpistól har fólk er í nánd.
Fær fólk eina kúglu í andlitið, fyri ikki at siga í eyguni, so stendur stórskaði av.
Fyri at verja ímóti at luftpistólir verða brúktir sum leikur, er aldursmark sett á. Ikki er loyvt at selja til fólk, sum er yngri enn 18 ár, og so kann mann vænta, at tey duga at hugsa so mikið, at tey ikki brúka luftpistólirnar millum fólk.
Men hóast aldursmark, so er enn onkur, sum selir til fólk, sum eru yngri enn 18.
Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at nakrir unglingar gingu og skutu við luftpistól í eysturbýnum.
Løgreglan fór á staðið og tosaði við dreingirnar. Teir greiddu løgregluni frá, at teir høvdu keypt pistólirnar í einum handli í Havn, sum sostatt hevur brotið lógina.
Løgreglan tók pistólirnar frá dreingjunum og hevur gjørt av at fara og tosað við seljaran.
Er tað rætt, at dreginirnir sum dreingirnir siga, at teir hava keypt pistólirnar sjálvir, so kann seljarin vænta sær eina bót fyri ólógliga sølu.
Smá herverk
og húsaófriður
Hóast veðrið stak gott um vikuskiftið og nógv fólk hevur verið í býnum, so hevur tað verði friðarligt hóast alt.
Nøkur smærri herverk eru framd á fýra ymsar bygningar ymsastaðni í Havn.
Hjá Valdemar Lützen, í Skálabúðini, í einum privathúsum í R. C. Effersøesgøtu og sum vanligt í Kommunuskúlanum eru rútar brotnir.
Annars var løgreglan kallað út í samband við húsaófrið í Havn, hetta vikuskiftið.
Tað kemur ofta fyri at onkur, sum hevur fingið ov nógv av tí váta slagnum, ikki dugur at stýra sinninum og tá verður brúk fyri løgregluni at sissa partarnar.
Í hesum førinum var nóg mikið hjá løgregluni at tosað fólkini til rættis.
Ferðmátingar
Løgreglan plagar, við millumbilum, at gera ferðmátingar ymsastaðni í landinum.
Hetta vikuskiftið gjørdu teir ferðmátingar á Kaldbaksvegnum. Av støðini í Havn siga teir, at tað eru nógvir bilar, sum koyra í skjótara lagið, einar 20 til 25 kilometrar ov nógv.
Men ein var tikin, sum missir koyrikortið.
Ferðin hjá viðkomandi var máld til 120 kilometrar um tíman og so er eingin bøn. Koyrikortið ríkur sær ein túr.