Skúvoy: Nýmálað kirkja til tann stóra dagin

Tað er ikki á hvørjum degi at barnadópur er í Skúvoyar kirkju.

Tað er ikki á hvørjum degi at barnadópur er í Skúvoyar kirkju. Men tað verður tað leygardagin 9. juli 2022.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

 

- Vit hava sjálvandi valt ta bestu framleiðsluna, nú Skúvoyar kirkja verður málað, sigur Eivind Kolden.

 

- Vit brúka vatnbaseraða oljumáling við eitt sindur av glansi í, sum ger sítt til, at kirkjurúmið fær júst tað snøgga og vakra skinið, sum tað altíð hevur havt og eigur at hava.

 

Hann er bæði málarameistari og gólváleggjari úr Skopun, og hevur seinastu tríggjar vikurnar verið staddur í Skúvoy, har uppgávan er at mála kirkjuna innan.

 

Litirnir í kirkjuni eru stórt sæð teir somu, sum teir vóru frammanundan. Men kirkjuráðið hevði tó eitt ynski um, at loftið í kirkjurúminum fekk ljósabláan lit. Og tað ynskið hevur Eivind sjálvandi gingið á møti.

 

Tá ein arbeiðir innanveggja, er ein ikki so bundin av, hvussu veðrið skikkar sær, og tí væntar hann, at arbeiðið fer at nærkast endanum, tá næsta vika er liðug og leygardagurin 9. juli 2022 upprennur.

 

Tí, tað er í roynd og veru ikki bert Eivind Kolden sum ynskir, at arbeiðið skal verða liðugt júst henda dagin. Tað gera fleiri onnur, ikki minst lítla dreingjabarnið, sum henda dagin verður borin til dópin í kirkjuni.

 

Pápin at barninum er dani, men mamman hevur ættarbond úr Skúvoy. Hetta verður uttan iva ein stórur dagur fyri bygdarfólkið, tí tað er neyvan á hvørjum sunnudegi, at eitt barn verður borið til dópin her.

 

Og tað er so als ikki á hvørjum ári, at eitt barn verður borið til dópin í eini nýmálaðari kirkju í Skúvoy.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo millum annað. Øll greinin kann lesast á www.folkakirkjan.fo