Skúvoyingar handa løgmanni undirskriftir í morgin

– Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunnilinum, so hevur oyggj okkara ikki langa tíð eftir, har fólk búgva

Skúvoy í morgun Mynd: Álvur Haraldsen

Hetta er boðskapurin, sum skúvoyingar nú gjøgnum undirskriftsinnsavnan geva landsstýri og løgtingi. 

Skúvoyingarnir hava savnað undirskriftir saman fyri at gera vart við, at ein teymur upp í Skúgvi ikki er við i verandi verkætlan fyri Suðuroyartunnilin. 

Eitt nú vísa teir á, at tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaðir í at gera tunnil til Skúvoyar.

– Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar, leggja skúvoyingarnir dent á í skrivi til politikararnar.

Um tunnilin kemur til Skúvoyar eru minni útreiðslur, tí m. a. skip, atløguumstøðir og lønir til manning og avgreiðslufólk í longdini er dýrari enn ein íbinding frá Suðuroyartunnilinum.

Nógvir túrar verða avlýstir orsakað av vána líkindum, so trupulleikarnir verða ikki loystir við einum nýggjum skipi eina.

 

##med2##

– Vit heita tí so inniliga á politikararnar um at samtykkja, at tunnilin skal upp í Skúgvi, so vit eisini kunnu síggja eina ljósa framtíð fyri okkum og okkara oyggj, siga skúvoyingarnir.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fær undirskriftirnar handaðar í morgin klokkan 15.

 

Skúvoy í morgun Mynd: Álvur Haraldsen

Mynd: Álvur Haraldsen