Tað vísir innlit frá Taks fyri mvg-eftirstøður seinastu 10 árini.
Fyri at TAKS skal hava loyvi at panta, skal TAKS hava heimild frá Fútarættinum, sum ásett er í lógini. Heimildin skal fáast til vega hvønn mánað og verður lýst í Sosialinum.
Av tí at eftirstøða í flestu førum fyrnast eftir fimm árum, pantar Taks javnan fyri eftirstøður, bæði fyri skatt og mvg, soleiðis at kravið frá Taks ikki verður fyrnað og soleiðis at slíta fyrning.
Tað verður gjørt javnan, og Taks fylgir við, hvussu gomul, skuldin er og um ella nær hon seinast var pantað seinast, hetta er bæði fyri persónar og feløg.
Niðanfyri sæst, hvussu stór mvg-eftirstøðan hevur verið seinastu 10 árini. Upphæddirnar eru ultimo hvørt ár og so dags dato fyri 2021:
2011: 119.378.744,27 krónur
2012: 117.422.687,79 krónur
2013: 89.580.183,90 krónur
2014: 89.271.508,32 krónur
2015: 66.984.675,12 krónur
2016: 58.346.859,62 krónur
2017: 71.536.200,59 krónur
2018: 75.086.509,43 krónur
2019: 76.146.345,17 krónur
2020: 94.230.776,83 krónur
2021: 87.591.309,83 krónur
Tilsamans 945.575.801 krónur.