SKYN CUP 24 er kapping, sum B36 skipar fyri við stuðli frá Skyn, og kappingin er fyri øll lið frá U7 til U13.
Í B36 siga tey, at kostnaðurin fyri luttøku er 500 krónur fyri hvørt liðið, og freistin at melda til er hin 30. juni.
- Vit síggjast í Gundadali til tveir spennandi dagar við fótbólti og hugna, siga tey í B36.
Meira kunning um tiltakið og kappingina kann lesast á Facebook-vanganum við navninum SKYN CUP.
Fótbóltstiltakið, sum er fyri bæði gentur og dreingir, gongur yvir tveir dagar, 6. og 7. juli, og tað er B36, sum skipar fyri.