Siri og Martin eru bæði limir í samkomuni Kelduni, og tað var har, tey lærdu hvørt annað at kenna fyri umleið fimm árum síðani.
Siri er ættað av Eiði og Martin úr Gøtu. Tey hava bæði nomið sær útbúgvingar uttanlands, og tí hevur teirra parlag verið merkt av »long distance«.
- Vit eru sera góð at samskifta, eftirsum vit eru so von við at bara tosa via Skype, sigur Siri.
Hon hevur lisið til sjúkrasystur í Danmark, og Martin hevur lisið tónleik í Onglandi og USA.
Martin er liðugur, og Siri verður liðug í summar, og tá helt unga parið, at tað var hóskandi at giftast.
Martin ætlar sær at lesa víðari til politist og vónar, at hann kemur inn í summar.
- Vit vilja fegin búgva uttanlands, siga bæði tvey.
Í løtuni starvast Martin sum skrellimaður, og Siri skrivar sína endaligu uppgávu.
- Tað er onki starv, sum eg hevði hugsað mær at havt í longdini, men tað er faktiskt eitt sera stuttligt arbeiði, sigur Martin.
Vígsla í Kelduni
Sjálv vígslan verður í Kelduni, og tað er pastorurin Pauli Høj, ið skal víga tey bæði. Veitslan verður í Eydnuni á Oyrarbakka.
- Eg vil fegin hava tað eitt sindur ótraditionellt. Tað verða sjálvtøkurborð, og ongir langir armar av borðum, men støk borð, sigur Siri.
Hon hevur longu keypt brúðarkjólan, og litirnir til brúdleypi eru lilla, ráhvítt og svart. Eftirsum tað hoyrir til hjá eini brúður at hava okkurt gamalt, fer Siri at nýta sama slør, ið mamma hennara hevði fyri 42 árum síðani.
- Tað er langt og sera vakurt, sigur Siri smílandi.
Fýra brúðargentur verða, tvær smágentur, ein 13-ára gomul og so besta vinkonan hjá Siri.
- Tær lítlu skulu ganga inn á berum bibbum, sigur Siri.
Um framtíðina eru tey bæði á einum málið um, at tey fegin vilja fáast við hjálparbeiði uttanlanda.