Fyri løtu síðan vístu teir hæddarpunkt frá dystinum niðri í Slovenia. Tá myndirnar vístu brotssparkið spurdi verturin Matt Holland um hann metti at tað var brotsspark. Hann var sera ivasamur á málinum og kom til tað niðurstøðu, at hóast Hendrik Rubeksen hevði hondina rundan um mótstøðuleikaran, so var brotssparkið sera bíligt. Slovenia økti tá til 4-0.
Dysturin endaði við at Føroyar taptu 5-1.