MEISTARAVENJARI
Frank Skytte verður venjari hjá HB komandi kappingarár. Leiðslan í HB vil ikki vátta tíðindini, men sera álítandi keldur siga, at avtala hóskvøldið varð gjørd millum HB og Frank Skytte, sum fór av landinum fríggjadagin, eftir at hann mánadagin í síðstu viku varð uppsagdur í B68.
Væl vitandi keldur siga, at tað er avrátt, at Frank Skytte skal koma aftur til Føroya 15. januar komandi ár. Alt bendir á, at hann fer at fáa ábyrgdina av einum meistaraliði, sum umframt at stríðast fyri at verja FM heitið og at vinna løgmanssteypið eisini skal spæla í Europa Cup fyri meistaralið.
Jóannes áhugaður
Saman við Kára Nielsen hevur Jóannes Jakobsen havt ábyrgdina av HB liðnum, síðani Ion Geolgau varð sagdur úr starvinum. Kári hevði frammanundan verið hjálparvenjari hjá Ion Geolgau.
Jóannes hevur áður verið venjari í Vági, hjá HB, í Klaksvík og á Toftum. Tá tað nú hevur gingið sum eftir ánni, síðani hann kom afturat Kára Nielsen, hevði tað kanska verið upplagt, at HB leiðslan spurdi Jóannes, um hann var áhugaður í at halda fram sum venjari. Men sambært Jóannesi sjálvum, so er hann ikki spurdur, og hann hevur meiri at leggja afturat:
? Eingin í HB leiðsluni hevur heitt á meg um at halda fram sum venjari. Men tað tykist vera greitt, at HB longu hevur gjørt avtalu við ein annan venjara fyri komandi kappingarár. Úrslitini, sum vit hava fingið, haldi eg áttu at verið grundarlag fyri at HB spurdi seg fyri um møguligarnar fyri framhaldandi samstarvi, men eg eri ikki spurdur, og tað man vera tí, at HB hevur bundið seg til annan venjara.
Ert tú vónbrotin?
? Eg sigi hetta bara sum eina staðfesting av veruleikanum. Eg eri ikki vónbrotin. Saman við Kára Nielsen varð eg settur at taka mær av liðnum tey seinastu seks umførini í landskappingini. Vit skulu loysa eina ávísa uppgávu, og tað royna vit at gera. Vit taka ein dyst í senn. Nú hugsa vit um EB/Streym dystin. Spælararnir hava víst fyrimyndarligan hugburð, sum avgjørt hevur verið væl betri, enn hann var fyrr í summar. Tað eri eg serstakliga væl nøgdur við. Um tað fer at bera við sær, at vit annan leygardag vinna FM, tað fáa vit at síggja. Men vit hava fokus á komandi sunnudegi og heimadystinum ímóti EB/Streymi.
Men hevði tú verið áhugaður, um tú fekst ein fyrispurning frá HB?
? Vit hava vunnið fýra dystir, og tað hevur gingið væl. Eg skal ikki dylja, at eg hevði verið áhugaður at hildið fram, um treytirnar voru nóg góðar. Soleiðis sum gongdin hevur verið síðani í summar, so hevði alt annað verið undarligt, sigur Jóannes Jakobsen.
Skytte spøkir
Steinfinn Mittelstein er stjóri í Havnar Fótbólti. Hann vil ikki vátta, at Frank Skytte skal venja HB komandi kappingarár, og hann vil ikki vátta tað, sum Jóannes Jakobsen sigur um, at avtala longu er gjørd við ein annan venjara.
- Sjálvandi er venjaraspurningurin nakað, sum vit umrøða, men fyrst og fremst vilja vit nýta orkuna til komandi dystirnar. Tað einasta, sum eg kann siga, er, at vit enn ikki hava gjørt nakra avtalu við nakran venjara fyri komandi kappingarár. Vit hava tosað við nakrar persónar, men enn er so einki skjal undirskriva, og tá tað verður gjørt, skulu vit nokk geva boð um hetta.
Hetta eru viðmerkingarnar frá stjóranum, og tá vit seinni spurdu formannin í felagnum, Birgir Enghamar, um viðmerkingar til málið, vóru orðini neyvt tey somu. Og so kann leggjast afturat, at Jóannes Jakobsen er ikki millum teir venjararnar, sum HB hevur tosað við.
Skytte søgan gongur annars væl upp í tað, sum hevur gingið fyri seg í B68 og HB. Eftir at HB 11. august tapti fyri grannunum úr B36, gingu tað bert fáir dagar, áðrenn Ion Geolgau varð sagdur úr starvi. Og tað kann tykjast, sum teir hava borið skjótt at fyri at tryggja sær venjara komandi kappingarár. 22. august boðaði Frank Skytte í Ítróttarsosialinum frá, at hann ikki fór at vera venjari á Toftum komandi kappingarár.
? Eg og Tofta ítróttarfelag hóska ikki saman, var niðurstøðan hjá Frank Skytte, sum síðani ikki hevur avvíst, at hann kundi hugsað sær at hildið fram sum venjari í Føroyum.