Sláa tunnu á Eystaru Vág

Í morgin klokkan 14 skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri tunnuslátri við Bursatanga í Havn. Øll kunnu vera við, kravið er bara, at tú møtir upp í froskmannabúna og við fitjum - og tú kanst gerast »kongafiskur«?

Eirikur Lindenskov


Tann, ið slær tunnuna niður verður ikki kattakongur - í øllum førum ikki tann, ið slær tunnuna hjá Tórshavnar Froskmannafelag niður, tá felagið skipar fyri tunnuslátri á Eystaru Vág - ella rættari, við Bursatanga í Havn í morgin klokkan 14.

Kristian Dahl, kassameistari í froskmannafelagnum sigur, at »kattakongurin« hjá froskmannafelagnum verður »Kongafiskur« og hann er í vanda fyri at - ikki at vera tveittur útí - men at verða tveittur upp á turt!

Tórshavnar Froskmannafelag hevur í nógv harrans ár skipað fyri tunnuslátri á sjónum, og sigur Kristian Dahl, at øll eru væl komin at vera við - eins og at hyggja. Hann leggur dent á, at tað er ikki krav, at tú skalt vera limur í felagnum.

Og tær nýtist heldur ikki alla froskmannaútgerð,s o sum iltfløskur o. a. Hevur tú eina froskmannadrakt og fitjur, so er nóg mikið, sigur Kristian Dahl.