So gjørdist hon loksins veruleiki. Fyrsta útbyggingin nakrantíð av gassleiðum vestan fyri Hetland og ikki so langt frá føroyska markinum heldur.
Mikudagin í hesi vikuni gjørdu franski olju- og gassrisin TOTAL og danska felagið DONG Energy av at byggja út tvey gassfund, sum liggja miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Laggan og Tormore, sum tey eita, skulu framleiða fyrsta gassið í 2014.
Henda avgerðin er byrjanin uppá eitt nýtt kolvetnisævintýr vestan fyri Hetland. Hon er slóðbrótandi, tí hon komandi árini eisini fer at skunda undir, at fleiri onnur gassfelt verða bygd út. Talan er um gassleiðir, sum oljufeløg hava funnið fyri nógvum árum síð±ani og seinastu árini eisini. Tað størsta av hesum fundum varð funnið fyri kanska meira enn 30 árum síðani. Nústaðni er tøknin so nógv ment, at tað lønar seg at gera eina milliardaíløgu í at fáa gassið upp og flyta tað til lands.
Í okkara verð er talan um ómetaliga stórar upphæddir. Brúkast skulu meira enn 20 milliardir krónur komandi árini til framleiðsluútbúnað úti til havs, eina gassleiðing til lands og til bygging av einum gassverki í Hetlandi.
Total er fyristøðufelag og eigur 80% av loyvunum, meðan DONG eigur tey írestandi 20%. Bara fyri danska felagið DONG fer útbyggingin at kosta 4,3 milliardir krónur. Bæði feltini eru mett at goyma 28 mia. M3 av gassi.
Fegin
– Vit eru ómetaliga fegin um at vera við til at taka fyrsta stigið til at fáa gassið í hesum stóra økinum til høldar og at byggja út eitt undirstøðukervi, sum so aftur kann gera tað lønandi at byggja fleiri onnur gassfelt út eisini sigur Søren Gath Hansen, konsernstjóri hjá DONG Energy við ábyrgd fyri olju- og gassleiting. Hann vísir á, at hetta hóskar væl til at tryggja langsiktaðu málini hjá Dong at kunna veita gass til teirra kundar.
Dong, sum eisini hevur stór áhugamál í føroyskum øki, er við í fleiri av fundunum, sum eru gjørd vestan fyri Hetland, og Dongstjórin hevur áður úttalað seg til Sosialin, at tað er teirra strategi at brúka royndirnar og útbyggingarnar vestan fyri Hetland í teirra ætlanum í Føroyum eisini.
Grundarlagið undir eini lønandi gassframleiðslu er sjálv rørleiðingin, sum verður løgd á havbotnin til lands í Sullom Voe, har gassið verður viðgjørt og sent víðari gjøgnum enn eina rørleiðing, hesaferð í Norðsjónum til skotska meginlandið, har tað so verður endaliga viðgjørt á raffinaríi í St. Fergus.
Dong er við í nýggju fundum vestan fyri Hetland og 24 loyvum, har felagið er fyristøðufelag fyri sjey.
Total væl fyri tøkniliga
Leiti- og framleiðslustjórin hjá Total, Yves-Louis Darricarrere er fegin, nú tað loksins er tikin endalig avgerð um eina útbygging. Arbeitt hevur verið fram móti hesi avgerð í mong ár og er nógvur peningur brúktur higartil til brunnar og metingar av gasskeldunum. Hann sigur við oljublaðið Uppstream, at Total við avgerðini um at byggja út gassfeltini Laggan og Tormore hevur prógvað, at felagið umsitur eina tøkniliga vitan, sum kann fara undir sera torførar verkætlanir í einum truplum umhvørvi. Fleiri onnur gassfelt eru í umhvørvinum eitt nú Torridon, Tobbermore og Victory. Og fyri kortum var enn eitt gassfund gjørt á Glenlivetleiðini.
Í dag verður olja framleidd frá trimum oljufeltum vestan fyri Hetland, Foinaven, Schiehallion og Clair. Og fleiri onnur oljufelt fara undir framleiðslu um fá ár. Eitt nú Rosebank og Cambo umframt útbygging av risafeltinum Clair. Haraftrat eru gjørd nógv gassfund, men mett hevur verið, at tey hava verið ov lítil til at kunna bera eina kostnaðarmikla útbygging einsamøll, sum eisini fevnir um eina dýra rørleiðing.
Stjórnin spælir við
Bretska stjórnin metir eina gassútbygging vestan fyri Hetland at hava alstóran týdning fyri heimamarknaðin, sum hungrar eftir gassi. Í dag verður stórur partur av gassinum innfluttur úr Ruslandi. Við at fara undir gassframleiðslu vestan fyri Hetland metir stjórnin, at hon kann gerast minni heft at tí russiska gassinum.
Men talan er um so dýrar útbyggingar, at oljufeløgini hava aftrað seg at fara í gongd. Tí hevur í eina tíð verið skipaður ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri myndugleikarnar og fleiri stór oljufeløg, har man royndi at koma til eina semju um at byggja út gassfeltini í felag. Slík semja varð ongantið gjørd, og tí tók Total málið í egnar hendur og gjørdi av at keypa upp partarnar hjá Chevron og ENI í Laggan og Tormorefundunum og saman við Dong at gera eina risaíløgu. Men hetta hevði neyvan verið gjørt, um ikki eisini bretsku myndugleikarnir tóku eina hond við í. Herfyri gjørdi skattamyndugleikin í Bretlandi av, at Total skuldi sleppa lættari, um tað fór undir umrøddu útbygging. So her er í veruleikanum talan um at fáa ynski og tørv hjá bæði vinnulívinum og samfelagnum at ganga upp í eina hægri eind.
Nógv virksemi í Hetlandi
Nú verður so løgd seinasta hond á eina avtalu millum Total og myndugleikarar í Hetlandi at byggja eitt stórt gassverk í Sullom Voe. Hetta fer at skapa nógv virksemi í økinum og fer sum frálíður at skapa upp ímóti 100 nýggjum arbeiðsplássum. Í útbyggingartíðini fer at verða arbeiði til umleið 1000 fólk. Hóskvøldið kunnaði landsstýrið í Hetlandi um, at tað hevði gjørt eina avtalu við Total um at leiga eitt stórt øki í Sullom Voe til nýggja gassterminalin. Mett verður at virksemið fer at vara í meira enn 30 ár.
Sandy Cluness, løgmaður í Hetlandi sigur við Shetland Times, at avgerðin hjá Total er tann størsta hendingin í Hetlandi í 30 ár, síðani avgjørt varð at byggja Sullom Voe oljuterminalin. Hann leggur eisini dent á, at komandi infrastruktururin vestan fyri Hetland fer at loysa upp fyri so mongum øðrum feltum eisini. Fyri hetlendska búskapin fer hetta at fáa alstóran týdning.
Hóast henda útbygging sum so einki hevur við føroysku leitingina at gera, so kann hon í framtíðina vera við til at skapa lønsemi í møguligum komandi gassfundum her. Tá ber til at binda í verandi infrastruktur í grannalagnum og harvið gera íløgukostnaðin í útbygging her nógv bílgari.