frá 27. september til 29. oktober hava ungdómar høvi til at hittast á einum slóðbr´tandi og øðrvísi háskúlaskeiði. Tá verður á fyrsta sinni í Føroyum skipa fyri sonevndum integreraðum skeiði á Føroya Fólkaháskúla, har ungdómar hittast. Ung, ið hava sálarligt brek ella eru menningartarnað, og ung uttan brek. Hetta er frálíkt høvi hjá ungum uttan brek at royna seg saman við ungum við breki.
Hetta er fyrstu ferð, at slíkt verður roynt í Føroyum. Føroya Fólkaháskúli og MBF skipa fyri, og eydnast hetta væl, so verður kanska roynt aftur, møguliga við longri skeiðum.
Skeiðið hevur rúm fyri 20 menningartarnaðum, og/ella sálarliga veikum. 10 uttan brek fáa pláss. Skeiðið er ætlað ungum millum 17 og 25 (30) ár og freistin at tekna seg til er sett til 1, september 1999.
Íblástur úr Noreg
Íbla´sturin til at skipa fyri slíkum integreraðum skeiði er íkomin, tí ein arbeiðsbólkaur var settur, har Noreg, Svøríki, Estland og føroyar í felag kunnaðu seg um slík viðurskifti, eittnú skúlaviðurskiftini hjá menningartarnaðum. Ein bólkur av verkstaðarleiðarum hevur síðani eisini ferðast millum londini, har tey hava sæð viðurskiftini.
Seinni hevur Elin Lindenskov, lærari á Háskúlanum, verið á einum skúla í Noreg í 3 vikur, fyri at kunna seg um viðurskiftini har, tí tey har hava slíkt integrerað skeið, ið tekur eitt ár.
Nakað, ið hon legði til merkis, var, at menningartarnað har tóktust vera á høgum støði, um ein hugsar um teirra støðu. T.d. høvdu tey eitt studentaprógv, tillagað til tey, og hesum vóru tey errin av.
Eitt av málunum við integreraðum skeiði er júst at arbeiða við hugburðinum. At fáa rættan hugburð mótvegis fólki við ymsum brekum.
Nýtt
Rói Patursson, háskúlastjóri, er glaður fyri at vera við hesi royndini. Hóast hetta er nýtt fyri hann, so stuðlar hann fegin hesi roynd og tekur fegin ábyrgd av henni.
Tað liggur heldur ikki so langt frá háskúlahugsjónini, ið jú eisini snýr seg um at vís tolsemi við medmenniskjum. Rói er spentur uppá, hvørji fólk, uttan brek, fara at tekna seg til skeiðið.
Bæði Elin Lindenskov og Rói Patursson viðganga, at tey hava bæði góðar oh minni góðar royndir og uplivingar av at hava veik, ella øðrvísi mett fólk á skúlanum. Tey eru tí fegin um at gera hesa royndina saman við MBF, har tey veruliga royna at skilja stóru uppgávuna og veruliga royna at fyrireika seg uppá at taka ímóti.
Á skeiðnum koma 3 lærarar og 3 pedagogar at undirvísa og vera um. Eisini vera gestalærarar við. Skeiðið verður mett sum frálíkt høvi hjá fólki við ella uttan brek at koma saman. Eisini kann hetta menna tey veiku at taka støðu og gerat sjálvstøðug, tí vandin er annars, at tey eftir skúlaaldur leggjast inni og ikki koma ísamband við fólk og ikki eru ikki von at taka støðu til nakað.
Kravið til tey tarnaðu ella veiku er, at tey klára dagligt reinføri sjálvi. Vert er eisini at nevna, at náttarvakt er ikki á skúlanum, bert tilkalli vakt, men næmingarnir búgva tveir og tveir á hvørjum kamari.
Stuðul
Mangar lærugreinar og tiltøk eru á skránni og ymiskt er, hvussu býtt er upp. T.d. hava næmingar uttan brek tímar í handikapplæru. Lærugreinin ADL (almenn daglig lívsførsla) er hinvegin bert ætlað næmingum við breki.
Allir næmingar luttaka í trimum bólkum, har tey eru býtt upp, alt eftir førimuni.
Nærri fæst at vita um innihald og lærugreinar, við at venda sær til Háskúlan ella MBF, har faldari um skeiðið er at fáa. Ongum nýtist at setast aftur av fíggjarligum orsøkum, tí eins og á vanligum háskúlaskeiðum, so hava luttakararnir rætt til háskúlastuðul.
Faldarar um skeiðið koma eisini at liggja á skúlum, í bíðirúmum og á almennum støðum.