Slóðbrótandi, sláturvirki

Grundsjónarmiðið undir sláturvirkinum í Hósvík er, at fremsta uppgávan er at fletta føroysku neytini undir skipaðum viðurskiftum. Flestu landbúnaðarfólk, ið hava samstarvað við virkið, hava sambært stjóranum á MBM-Kjøti, Adolf Johannesen, verið nøgd við tænastuna

Tað rýkur úr asfalttangunum á havnarlagnum sunnarumegin Hósvíkarbygd. Hesir veldugu tangar goyma heita jarðbikið, ið so hvørt tørvur er á tí, fer at tæna akførunum á føroysku vegunum. Á sama øki, stendur einasta sláturvirki í landinum. Eitt av tí allarseinasta, eini 70% av føroysku neytunum tevja, tá tey fara framvið í lastbili, og inn í sláturhøllini eystanfyri at fella fyri píkabyrsunu, er júst rami asfaltroykurin, ið við millumbilum stendur úr tangalokunum.

Í január 1997 lat MBM-kjøt dyrnar upp fyri fyrstu fylginum av feigum fenaði, og seinasta hálvttriðja árið hevur hesin hópur av seyði og neytum verið í støðugum vøkstri. Somuleiðis hevur fyritøkan í seinastuni innflutt nakað av útlendskum kjøti, og hesin innflutningur fer sambært leiðsluni at verða øktur.


Óvist, nær

yvirskot verður

Einsamalla sláturvirki hjá Meginfelagi Búnaðarmanna er ein slóðbrótandi ætlan. Klaksvíkingurin, Adolf Johannesen, ið er stjóri á virkinum, sigur, at longu tá farið varð undir at fremja ætlanina, vistu teir, at virksemið ikki fór at kasta nakað av sær. Í roynd og veru, er undirskot væntað í langtíðarfíggjarætlanini fyri virkið. Hvussu nógv ár fara at ganga, áðrenn føroyska sláturvirkið fer at hava avlop av virkseminum, heldur hann somuleiðis vera óvist. Men vánirnar eru tíbetur frægari, enn tær hava verið, tí undir øllum umstøðum sleppur virkið við teimum trimum slaktarunum ikki at vera ein ævigur undirskotshandil.

? Við tí innflutta kjøtinum, ber tað okkum betur til at hava eina javna framleiðslu, og tá hin samlaða framleiðslan er komin uppá tað støðið, vit ætla, fer virksemið kanska at kasta nakað av sær, ella um ikki annað, so hvíla í sjálvum sær, sigur stjórin við Sosialin.


Keypa neytini

Mannagongin á sláturvirkinum er í høvuðsheitunum tann, at virkið keypir neytini frá bøndurnum. Er talan um eina fyrstafloks kúgv, verða 20 krónur latnar fyri hvørt kilo. Flett verða millum 6 og 10 neyt um vikuna. Selur kúeigarin ikki sláturvirkinum kúnna, men letur virkið fletta hana fyri seg, tí hann sjálvur ætlar sær at selja/eta hana, kostar hetta honum 10 krónur/kilo. Fyri henda kostna verður kúgvin flett, hongd upp í tvær vikur, skorin sundur, vakumpakkað og fryst.

Grundsjónarmiðið undir sláturvirkinum í Hósvík er, at fremsta uppgávan er at fletta føroysku neytini undir skipaðum viðurskiftum. Flestu landbúnaðarfólk, ið hava samstarvað við virkið, hava sambært leiðsluni verið nøgd við tænastuna. Fleiri kenna tað, sum eru teir slopnir undan tungari byrðu, nú teir eru slopnir av við slaktið.

? Teir reka kúnna uppí ein lastbil, og síggja os onki aftur uttan eina uppgerð, sigur Adolf Johannesen.

Verri hevur verið við prísinum. Tað er ongin loyna, at leiðslan á MBM-kjøt fegin hevði viljað, at prísurin á lidnu vøruni verður hægri. Men, av tí, at tað ikki er sláturvirkið sjálvt, ið selur kjøtið deteil, liggur illa fyri at ávirka tann prísin. Adolf Johannesen væntar tó, at teir fara at kunna gera meiri við hetta framyvir.


Djóralæknin vitjar hvørjaferð

Arbeiðsvikan á MBM-kjøti er neyvt skipað. Mánadagar verður tikið ímóti neytum. Týsdagar verða tey flett, og hanga síðani í slaktarínum eina nátt. Bæði áðrenn og eftir sjálva flettingina, kannar djóralæknin neytini. Ongi neyt verða dripin, hevur djóralæknin ikki sæð tey, eins og onki kjøt sleppur inn í frystirúmið, uttan so at sami djóralækni hevur kannað bæði kjøt og avroð. Óðinsdag verða neytakrovini vigað og klassað, og tað ið eftir er av vikuni verður orkan løgd í kravmiklasta partin av arbeiðinum; at skera sundur og pakka.


Heimafletting

altíð loyvd

Tað hoyrdust hvørki jarm ella beljan, henda dagin, Sosialurin var á vitjan á sláturvirkinum í Hósvík, og vit funnu hvørki høvd ella hala á nøkrum á veg inn gjøgnum kronglutu inngongdina. Men tá vit umsíðir høvdu funnið vegin inn í skrivstovuhølini, hekk eitt áhugavert skjalsbræv á vegginum; heilsufrøðiliga góðkenningin til sláturvirksemi.

Ein av fyrstu spurningum ið varð settur stjóranum snúði seg um, í hvønn mun nýkomna heilsufrøðiliga yvirvaldið fer at ávirka aldargamla rætt hins einstaka at fletta og fáa til høldar egnar fenaðar.

Stjórin á MBM-Kjøt heldur í hesum sambandi, at skilligt mark er millum matvørur, ið skifta hendur yvir handilsskivuna, og tann matin, ein sjálvur hevur fingið til høldar.

? Vit noyðast, eins og øll onnur, at ganga undir heilsufrøðiligu krøvini, ið verða sett, men at siga, at tað ikki skal vera loyvt at drepa eina kúgv heima, ber ikki til í Føroyum, heldur Adolf Johannesen.


Nóg stóra orku

Sum nevnt, eru tað ikki einans neyt, ið verða flett hjá MBM í Hósvík. Einir 500 seyðir vórðu flettir á virkinum í fjør, og væntandi fer hetta tal eisini at økjast. Fyrimunir eru tó at fáast við neytaslakt, tí hetta ikki er árstíðarbundið. Skuldi virkið av álvara gjørt seg galdandi við seyðafletting um heystarnar, hevði verið neyðugt við nógvum arbeiðsfólki. Hesi høvdu síðani verið noydd at fari til húsar tá seinasta krovið var komið upp at hanga, og stjórin á sláturvirkinum kundi ikki ímynda sær hesa leið.

? Vit megna sum einki at fletta øll tey føroysku neytini her á virkinum, og vit høvdi eisini megnað at fylgt við, hevði neytastovnurin í Føroyum fari at vaksi, sigur vónríki stjórin, ið brosar, men ikki vil svara hypotetiskum spurningum um, nær virkið fer at geva yvirskot.

? Í ár verður tað neyvan, men kanska verður javnvág komandi ár?