Sunnudagin fara hvalbingar av avdúka minnisvarða yvir slóðbrótaran og vinnulívsmannin, Jens Norðberg.
Í hesum sambandi verður hátíðarhald á fríøkinum við Gamla skúla klokkan 15 sunnudagin, tá ið minnisvarðin verður avdúkaður.
Har fer Tvøroyrar Hornorkestur at spæla, Arngerð Hammer fer at syngja, og Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, fer at halda røðu. Somuleiðis Moodi Norðberg, bróðursonur Jens, fer at siga nøkur orð, áðrenn Jens Kristian Norðberg, abbasonur Jens, avdúkar sjálvan minnisvarðan, ið er ein bringumynd úr bronsu, sum Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur gjørt.
Tá ið minnisvarðin er avdúkaður, fer Ólavur Rasmussen at hugleiða um Jens Norðberg, áðrenn øll fara í Roynhøllina at fáa ein drekkamunn.
Orsøkin til, at minnisvarði nú verður reistur yvir Jens Norðberg, er tann, at tað var hann, sum legði grundina undir tað nýmótans vinnulív, sum nú er í Hvalba. Og í dag hevur Hvalba ment seg til at vera ein av fremstu vinnulívsbygdum í landinum, í hvussu so er eftir fólkatalinum.
Serliga er tað við trolaradrift, at hvalbingar hava gjørt vart við seg, bæði við trolarum, sum altíð hava talst ímillum teir bestu í landinum til fiskiskap, umframt við trolvirki og fiskavirki.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið, tí fara vit bara 40 ár aftur í tíðina, var at kalla steindeytt í Hvalba. Tá vóru kolaminurnar at kalla einasta arbeiðspláss í landinum og har arbeiddu bara einir fimm mans, Men harumframt var eisini eitt lítið fiskavirki, har einir tveir mans flaktu og saltaðu fisk.
Harafturat vóru tríggir stórur deksbátar, onkrir smærri deksbátar og nakrir opnir bátar í bygdini, sum róðu út.
Men so fekk hvalbingurin, Jens Norðberg eina framtíðarhugsan um at skapa arbeiði í bygdini.
Í hesum sambandi tók hann, seinast í sjeytiárunum, stig til at byggja flakavirki í bygdini. Tað varð veruleiki, og nøkur ár seinni tóku hann, og aðrir, eisini stig til at fáa trolarar til bygdina, fyrst Niels Paula í 1983, og tvey ár seinni, eisini Steintór.
Samstundis tóku somu menn eisini stig til at seta trolvirkið, Bergið, á stovn.
Alt hetta skapti arbeiði til øll tey, sum vildu arbeiða og síðani er lagst afturat við trolarum, soleiðis, at hvalbingar nú eru kendir sum fremstu trolaramenn í landinum.