Hvørt ár tekur IRF ímóti sórum nøgdum av lívrunnum burturkasti frá alivinnuni, fiskivinnuni og privatum húsarhaldum.
Men tað knípir hjá felagsskapinum at fáa alt hetta burturkast til høldar. IRF hevur einfalt ikki orku til at brenna lívrunna burturkastið.
Tí er felagsskapurin farin at kannað møguleikarnar fyri eini skipan, har stóru nøgdirnar av lívrunnum burturkasti verða gjørdar um til tøð.
Nógv niðurfyri
Á gamla Leirvíksvegnum stendur ein røð av tangum fullum av innvølum frá deyðum laksi, sum varð dripin í mars í fjør, tá ILA sjúkan rakti alistøðina, Alilaks, í Fuglafirði.
Brennistøðin í Leirvík fekk í mars í fjør 300 tons av innvøli frá alibrúkinum at brenna. Hóast eitt ár er liðið síðani, at laksurin varð dripin, er enn eitt sindur eftir. Brennistøðin kann nevniliga bert brenna eitt tons av hesum burturkasti um samdøgrið
IRF fær eisini stórar mongdir av lívrunnum burturkasti frá sokallaðum botnfellingarbrunnum frá fiskavirkjum, innvølir og skinn frá slakti av seyði um heystið og annað líknandi burturkast.
Umframt hetta, skal felagsskapurin eisini megna at brenna tiknan laks frá alivinnuni, um sjúkur, sum ILA sjúkan, aftur taka seg upp. Eisini hevði IRF fingið uppgávuna at brent stórar nøgdir av sjúkum seyði, um munn- og kleyvsóttin fór at herja í Føroyum.
Turka burturkastið
IRF sigur í ársfrágreiðing síni fyri ár 2000, at felagsskapurin hevur gjørt vinnuni greitt, at tað er trupult at brenna stórar nøgdir av lívrunnum tilfari. Eisini sigur IRF, at um tey ikki høvdu hildið aftur við at tikið ímóti hesum tilfari, høvdu helst størri nøgdir komið.
Fyri at loysa trupulleikan, ætlar IRF at kanna, um tað ber til at finna eina samskipaða viðgerð av bæði rottangaevju og lívrunnum burturkasti frá virkjum.
Sambært IRF skuldi tað borið til at turka hetta burturkast á ein ávísan hátt, so tað verður til tøð, sum uttan stórvegis trupulleikar kunnu nýtast í landbúnaðinum.
IRF sigur seg vita um ymsar turkiskipanir, ið møguliga kunnu viðgera tilfarið. Men hetta eru lutfallsliga dýrar skipanir. Tí er IRF farið at kanna aðrar møguleikar við stuðuli frá Oljumálastýrinum.