Sláið kalt vatn í blóðið

SÍÐANI fullveldissamgongan varð skipað fyri knøppum hálvum ørðum ári síðani, hevur mesta politiska tosið snúð seg um framtíðar støðu Føroya. At nógv tíð hevur verið brúkt uppá hetta, er bara gott, tí tað hevur í fleiri ár verið greitt fyri øllum teimum mest forstokkaðu sambandsmonnunum, at menningin á øllum samfelagsøkjum hevur havt við sær, at heimastýrislógin ikki kundi brúkast meiri.

MEN tað hevur verið harmuligt, at so nógv tíð hevur verið brúkt uppá ríkisrættarliga spurningin, at tað mest sum ikki hava verið stundir at fingist við nógv annað politiskt virksemi, sum meiri ella minni hevur ligið og bíðað. Tað hevði tænt øllum pørtum betri, um intensiteturin í fullveldistosinum hevði verið eitt sindur minni, og meiri tíð hevði verið ofrað uppá aðrar stórar spurningar, sum eisini skulu loysast, um vit so fáa fullveldi ella ikki. Her verður t.d. hugsað um endurnýgging av fiskiskipaflotanum og pensiónirnar.


SAMBANDSMENNINIR søgdu sína hugsan um Hvítubók í gjár, og í vikuskiftinum hevur javnaðarflokkurin landsfund, har ríkisrættarliga støðan og harvið eisini Hvítabók ivaleyst fara at verða nógv umrødd. Vit kunnu tískil siga, at nú eru allir partar klárir til at fara undir eina seriøsa viðgerð av mest týdningarmikla málinum, sum hevur verið viðgjørt í Føroyum hesa síðstu hálvu øldina, og kanska fer framtíðin at vísa, at einki mál nakrantíð hevur verið av so stórum týdningi, sum hetta málið.


OG her er tað, at vit vilja lyfta peikifingurin og koma við einari ávaring. Í einum fólkaræði sum okkara er tað av alstórum týdningi, at tað ikki verður farið fram eftir fummum. Trygdin fyri at talan ikki verður um hastverk, sum ofta verður lastverk, er, at politikararnir taka sær góða tíð, soleiðis at tað fer at bera til at mýkja støðurnar og harvið at finna fram til eina loysn, sum tað ongantíð verður nakar ivi um, at nógv tann størsti parturin av føroyingum tekur undir við.


LANDSSTÝRISMAÐURIN í fullveldismálum er ungur og ótolin. Hann vil síggja sína politisku visión verða gjørda til veruleika um eitt hálvt ár. Hetta halda vit vera óðamannaverk, men vit skulu ikki gloyma at rósa landsstýrismanninum fyri, at hann hevur megnað av álvara at skumpa undir viðgerðina av hesum stóra máli. Tað ber sjálvandi til at tosa og tosa, soleiðis at einki kemur burturúr, men tað er munur á hesum og so at hava eina ferðaætlan, sum sigur, at samráðingarnar við danir skulu vera av áðrenn ársskiftið. Fyri politiska heimin í Føroyum hevði tað verið best at arbeitt miðvíst og seriøst inntil ein breið semja er funnin, heldur enn ein seinnapart í einum aðalorðaskifti á tingi at konstatera, at eingin tekur undir við samgonguni, og so gerst ikki við.


SØGAN minnir okkum á, hvussu tað gekk frá 1945 til 1948. Søgan sigur, at tá varð bæði tosað ov nógv og leingi og ov skjótt skundað ígjøgnum. Hetta hava Føroyar og føroyingar keglast um síðani tá. Okkara politikarar eiga at gera alt, sum teir megna, fyri at fyribyrgja, at søgan fer at endurtaka seg, og so eigur tað at vera líka mikið, um semjan við danir, ið skal samtykkjast í løgtinginum og leggjast fyri fólkið, verður gjørd í ár 2000 ella í 2001 ella kanska eitt ella tvey ár seinni enn tað. Tí siga vit: sláið kalt vatn í blóðið!