Slóðin flytir úr Havn

Fyrsta dagin fer Nærverkið at lýsa eftir hølum til stovnin Slóðina, sum skal hava høli onkra aðrastaðni enn í Havn

Stovnurin Slóðin skal flyta, men hvagar?

Spurningurin stendur framvegis opin. Nærverkið helt tað vera eitt gott hugskot at flyta stovnin niðan í Mjørkadal, men tað hildu onnur ikki, og ætlanin varð slept.

Síðan hava fleiri huseigarar vent sær til Nærverkið og boðið høli síni fram.

- Eini átta-tíggju ítøkilig tilboð eru, og tey koma allastaðni frá í landinum. Nú fara vit undir samráðingar við tey, sigur Mary í Garði, stjóri í Nærverki.

Samstundis sita tey í Nærverkinum og orða eina lýsing, tí skal Nærverkið leigað, skal tað bjóðast út alment.

Slóðin letur aftur í verandi húsum í hesum mánaðinum.

- Tey bæði børnini á stovninum verða ikki slept upp á fjall, tí vit hava eina fyribilsloysn, sigur Mary í Garði, sum tó ikki vil siga, hvør henda fyriloysn er.

Mary í Garði væntar, at stovnurin flytir inn í nýggjum hølum um nakrar mánaðir, og greitt er, at hesin stovnurin fær heimstað uttan fyri Havnina. Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, og grundgevingin er, at ov nógvar freistingar eru í býnum. Kravið er, at børnini skulu vera nær við skúla og frítíðarskúla og helst eisini vera nær arbeiðsplássum.