Slóðir eftir farnar heimar

Lívið er stokkut. Tað tykist ongan enda at eiga í barnsins heimi. Men nakrar 10 ferðir um sólina, og ein veit, tað er stutt, tíðardøgg.


Og einki støðast, sjálvt ikki samfeløg. Hetta felagslívið, sum kann tykjast óvikandi, myndað sum tað er í strevi, gleði, kærleika og sorg øld eftir øld. Men eftir eitt ættarlið kann tað vera farið.


Kortini - alt leggur dýrabærar slóðir eftir seg, bara vit geva tí gætur.


Hesi temu verða vend á úr ymsum sjónarhornum á Orð og tónum hóskvøldið 12. mai.


Randi Kúrberg fer at viðgera skaldsøguna Tey ósjónligu eftir Roy Jacobsen um harðbalna lívið undir kørgum korum í norska skergarðinum fyrst í 20. øld.


Jørmund Zachariasen fer at hugleiða um einsemið, tá ið hini eru farin.


Sissal Kampmann fer at práta við Sólrúna Michelsen um hennara nýggja yrkingarsavn Ein farri av fráferð, ið hyggur at lívinum, tá ið tað er farið at aftna.


Dánjal á Neystabø fer eisini at syngja nakrar av sínum søgum, og so verður eisini ein kápumyndakapping kunngjørd.