Sløkkiliðið á Skarv

Mánadagin tíðliga seinnapart hoyrdust brandklokkur kring um Skarv í Keypmannahavn og ýlandi brandbilar hoyrdust alt ov væl millum høgu bygningarnar á smølu gøtuni, Pilestræde. At summarið av álvara komið er kennist væl hesar dagarnar í Keypmannahavn, men tó er ikki so heitt kortini, at nakar eldur var á Pilestræde.

Talan var bert um enn ein tekniskan falskan alarm. Hetta kundi sløkkiliðið, lukkutíð staðfesta, tá teir komu á staðið. Men dramatiskt sá tað út, tá sløkkibilurin í hálvanannan tíma stóð og blinkaði uttanfyri Skarv, hetta tí at sløkkiliðsmenn skuldu tryggja sær at trygdin og alarmur var í lagi, áðrenn farið var víðari. Teir kundu ikki siga nakað annað enn, at okkurt tekniskt var á vási. Heldur ov nógvar enn ov fáar útrykkingar má sigast, men gamli Skarvurin stendur enn.