At útbyggja og viðlíkahalda samferðslukervið við skattainntøkum hevði verið tað besta fyri samfelagið. Men føroyski lønmótakarin klárar ikki at rinda meiri í skatti, enn hann ger í verandi støðu, og tá landið skal berja seg úr einum bygnaðarligum halli, sær tað tíverri út til, at okkara skattakrónur ikki megna at lyfta tað kostnaðarmikla samferðslukervið.
Síðstu árini hava meir enn nakað prógvað, at stóru og kostnaðarmiklu samferðsluíløgurnar verða valdar frá, tá ið fíggjarlógin skal gerast. Tí mugu vit taka til tað næstbesta. Eina avgjaldsskipan, sum hvílir á so mongum herðum sum møguligt, og sum er snikkað soleiðis saman, at til ber at brúka samferðslukervið uttan at gjalda tað stóru upphæddina.
Vit mugu leggja okkum eftir, at tey mongu, sum hava eitt dagført vegakervið, koma at gjalda eins nógv og tey, sum liva undir ótíðarhóskandi viðurskiftum.
Einki forðar fyri at flætta fleiri inngjaldshættir í skipanina. Eitt grønt avgjald á brennievni kundi fíggjað ókeypis busssamband. Á tann hátt vóru fólk eggjað til at velja bilin frá og minka um CO2 útlátið, samstundis sum tey peningaliga innan ferðaflutning blivu javntstillaði við onnur í landinum. Ansast má eftir at gjaldið á brennievni ikki verður ov dýrt, tí pendlararnir, ið eru noyddir at brúka bil og sum royna at tamba og fjálga um bústaðarmynstri í Føroyum, eiga ikki at bera ov tunga byrðu.
Vektgjald og vegskattur kundi eisini kvinkast uppeftir, men aftur her má farast fram hóvliga, tí illa gongdi pensjonisturin og einliga mamman, sum eru tengd at bilinum, mugu megna at bera gjaldið.
Uppskotið hjá John Johannessen er eitt djarvt og skilagott stig rætta vegin. Í politikki er tungt at koma við nýhugsan og vit síggja eisini, at fleiri politikkarar nú ikki megna at bera heitið landspolitikkari, men við stemmum í huga verja sín stemmukova. Tordu fleiri at hugsa um alt landið, kundu vit framt eina enn størri og rættari broyting. Kollfjarðatunnilin, Norðskálatunnulin, Sandoyarleiðin og Suðuroyarleiðin áttu eisnin at verið knýtt í somu skipan. Á tann hátt koma fleiri at bera sama kostnað og somuleiðis fingu vit betri javnvág millum fólk og vinnulív í øllum landinum.
Tørvur á samhaldsfastari skipan
Tað, sum er týdningarmikið fyri norðoyingin, sandoyingin, vágamannin, ja føroyingin sum heild er, at hann ikki kennir seg verri stillaðan enn onnur í hesum lítla landi. Tí eigur eisini ein skipan setast í verk, har tú einans verður skrásettur einaferð hvønn dagin, soleiðis at tú bert kemur at gjalda eitt gjald dagliga.
Føroyar er lítið og vit eiga at seta skipanir í verk, sum samhaldsfast geva øllum føroyingum eins kor. Áður havi eg verið noyddur at greitt frá, at peningaliga ber hetta væl til. Hesum sleppi eg undan nú, tí fleiri eru tey, sum síggja, at eitt lágt gjald á fleiri herðum í slíkari skipan, fer at geva eina upphædd langt upp um hundrað miliónir og kann verða ein trygd fyri at okkara samferðslukervi verður dagført og útbygt.
Vónandi fær Javnaðarflokkurin framt hesa broyting og um høvið býðst, gjørt hana enn betri.