Áki Andreassen
Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri og varaløgmaður sigur við Portalin, at um føroyingar finna olju og fara at svimja í pengum, so fara vit kanska at fáa sjálvstýri. Tað er nú ein avdúking av teimum áhugaverdu, at varaløgmaður heldur, at pengarnir keypa okkum frælsi!
Sambandsmaður
so leingi eingir oljupengar eru..!!
Tað vil siga: Varaløgmaður er sambandsmaður, so leingi hann heldur seg hava brúk fyri pengum úr Danmark, men sjálvstýrismaður, um danski statskassin kann skiftast út við oljupengar.
Nú veit eg væl, at nógv hava hesar tankar. Men at landsins leiðandi menn alment traðka fram og gera spurningin um at ráða í egnum landi til ein spurning um peningaligt kremmarí, tað taki eg sterka frástøðu frá. Eg kundi hugsað mær at fingið at vita, hvat hinir sambandsmennirnir í Fólkaflokkinum halda um hetta - eru teir samdir??
Eingin moralur
bert mammon!!!
Eg haldi tað er beinleiðis vamlisligt, at ongin moralur og ongin virði eru aftan fyri politisku avgerðirnar. Við sovorðnum politikki fáa vit eitt sjálvsøkið og órættvíst samfelag, har tær stóru avgerðirnar verða tiknar av tilvild og opportunismu - eisini um oljupengar vera í Føroyum.
Hesar útsøgnir frá varaløgmanni kunnu bara skapa vanvirðing fyri føroyingum í brøðratjóðini Danmark og millum møguligar samstarvsfelagar hjá Føroyum.
Eg eri tjóðveldismaður, tí eg vil hava ávirkan á mítt egna samfelag og taka ábyrgd av framtíðini. Tí vil eg heldur ikki hava politikarar, ið bara lata seg stýra av kreftum, sum vit onga ávirkan hava á.
Við hugburðinum hjá Bjarna Djurholm kunnu vit akkurát tað sama seta ein veðurhana á mønuna á Tinganesi og lata hann gera av, hvønn veg vit skulu fara.
Hvørjar eru fyrireikingarnar??
Og eitt afturat: Bjarni Djurholm tosar um, at vit skulu fyrireika okkum til at umsita møguligar oljupengar og aðrar avleiðingar. Hví er onki gjørt við hetta, og hví hevur Fólkaflokkurin forðað fyri, at ein búskapargrunnur verður settur á stovn?? So vit kunnu bert spyrja, hvørjar fyrireikingarnar eru, kunnu vit kanska fingið okkurt at vita um tað??