Sløsa við váttanum

Tað hendir javnan, tá Fiskiveiðieftirlitið kannar skipini, at partar av manningini ikki kunnu vísa fram heilsuváttan og trygdarskeið. Og tað er líkasæla, siga bæði skiparin á Brimli og Elmar Højgaard frá Fiskiveiðieftirlitinum

Alt ov ofta kemur tað fyri, at upp í fleiri av manningini á skipi ikki hava heilsuváttan og trygdarskeið. Hetta er nakað, sum Fiskiveiðieftirlitið javnan rennur seg í, og tað greitt brot á kunngerðina um mynstring.

Skiparin á Brimli sigur, at ein av stóru trupulleikunum í hesum sambandi helst er, at fyri nøkrum árum síðani varð mynstringarmyndugleikin fluttur frá løgregluni til skiparan. Og við tí troti á fólki, sum skipini nú byrja at merkja, førir hetta ofta til, at leysir menn, sum kanska bara koma ein túr oman á keiina, verða tiknir umborð.

- Skal skipið avstað um kvøldið, so hevur skiparin ikki stundir at bíða til dagin eftir fyri at finna mann við neyðugt váttanunum, og so verður bara farið við manning, sum fyri hondini er, sigur skiparin á Brimli.

Vanliga er tað tó so, at tað bert er ein partur av manningini, sum ikki hevur neyðugu váttanirnar í lagi, men vaktarskipini renna seg eisini í meiri grell dømir. Í síðstu viku vóru menn frá Brimli umborð á 40 tons línubátinum Fiskimúla úr Klaksvík, at har vísti tað seg, at ikki ein tann einasti av manningini kundi vísa fram hvørki heilsuváttan ella trygdarskeið. Hartil kom so, at manningin heldur ikki var mynstrað.

Brimil tók Fiskimúla og rak hann til lands, har hann slapp at leggja veiðina upp. Málið er síðani latið fútanum at støðutakan.

 

Líkasæla

Tað eru nú longu fleiri ár síðani, at tað kom inn í kunngerðirnar, at fólk skuldu hava bæði heilsuváttan og trygdarskeið fyri at sleppa til sjós.

At byrja við var stórt trýst á trygdarskúlanum í Klaksvík, tí tá skuldi alt tað siglandi fólkið framat at taka hesi skeið. Men Elmar Højgaard á Fiskiveiðieftirlitinum heldur ikki, at tað er orsøkin til, at fleiri sjómenn framvegis ikki hava tikið hesi skeið.

- Tað kann ikki vera annað enn líkasæla. Tí talan er ofta um menn, ið hava siglt í fleiri Harrans ár, og tað ber ikki til, at teir skulu hava verið so óhepnir, altíð at verða skupmaðir afturum í køini. Vit hava so ikki merkt nakran serligan trupulleika í so máta við okkara egna fólki, sigur Elmar Højgaard.

Leiðarin á Trygdarmiðstøðini, Marjus Magnusson, er farin í summarfrí, men úr Klaksvík siga tey, at tað gaman í er eitt ávíst trýst á hjá teimum, men at menn kortini ikki bíða í áravís at sleppa framat.

Hinvegin er okkurt, sum bendir á, at fútin heldur ikki er so íðin at fylgja ásetingunum í kunngerðini um heilsuprógv og trygdarskeið umborð á skipi. Skiparin á Brimli heldur í hvussu er ikki, at hann hevur sæð nógv aftur til tey mál, sum latin eru fútanum í sambandi við manglandi váttanir hjá sjófólki.

- Tað stendur beinleiðis í kunngerðini, at hava sjófólk ikki neyðugu váttanirnar, so verður hetta revsa við bót. Men tað haldi eg lítið sæst til, sigur skiparin á Brimli við Sosialin.