? Eingi mál eru at viðgera í tinginum í løtuni, øll málini eru avgreidd. Hetta sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.
Tað kann tykjast løgið, at eingi uppskot eru frammi, nú løgtingsval júst hevur verið og nýggj samgonga er skipað. Men Edmund Joensen vísir tó á, at hetta vanliga er ein sløk tíð politiskt, men hann hevði kortini roknað við, at meira var at gera hjá nýggja tinginum nú.
? Tey stóru málini eru avgeidd, løgmansrøðan, uppskotið um fiskidagar og eykajáttanarlógin. Eftir eru nakrir fyrispurningar, sum landsstýrisfólkini skulu hava 20 dagar til at svara, sigur hann.
At tað er so soltið, heldur Edmund Joensen kann syldast orrustuna í samgonguni seinastu tíðina. Hann heldur, at hetta kann hava gjørt samgonguna lamna.
Fyrsti formaður úr andstøðuni
Tað er fyrstu ferð, at tingið hevur valt ein løgtingsformann, sum ikki er partur av samgonguni. Hetta er tó vanligt í øðrum londum. Edmund Joensen heldur, at tað er ein fyrimunur, og at tað er gott fyri demokratiið.
Hann sigur eisini, at síðani vit fingu nýggja ting- og stýrisskipan, hevur verið roynt at tillagað tingarbeiðið eftir hesum. Hetta arbeiðið fer at halda fram við honum sum tingformanni.
? Ein broyting, sum vit ætla at fremja, er viðvíkjandi spurningum frá tingfólki til landsstýrisfólkini.
Sum er eru trý sløg av spurningum: Vanligar skrivtligar fyrispurningar, sum landsstýrisfólkini hava 20 dagar um at svara, síðani hava vit munnligar fyrispurningar og so ófráboðaðar fyrispurningar.
Dagsaktuellir spurningar til landsstýrið
Edmund Joensen sigur, at ætlanin nú er hvørja viku at hava dagsaktuellar spurningar, sum tingfólk kunnu seta landsstýrisfólkunum. Tey fáa ein dag at svara spurninginum.
? Ætlanin er at hava hesar spurningar á skránni hvørja viku. Á hendan hátt fáa vit betri javnvág millum løgting og landsstýrið, sum kanska fór eitt sindur av lagi við nýggju stýrisskipanin, heldur Edmund Joensen.
? Á hendan hátt fáa vit eitt orðaskifti millum tingfólk og landsstýrisfólk um dagsaktuella politikkin, og tað kann bara styrkja demokratiið, heldur løgtingsformaðurin.
Fáa betur lagt til rættis
Um tingarbeiðið sigur Edmund Joensen, at vanliga skipanin verður, at mánadagurin verður burtur av brúktur til nevndararbeiðið. Somuleiðis verður fyrraparturin týsdag, mikudag og hósdag settur av til nevndararbeiðið, meðan tingfundirnir verða hildnir seinnapartin týsdag, mikudag og hósdag. Fyrraparturin fríggjadag verður eisini settur av til tingarbeiðið.
? Á henda hátt fáa bæði ting- og landsstýrisfólk lagt sær arbeiðsdagin til rættis. Men er tað okkurt stórmál, sum t. d. fíggjarlógarviðgerð, so verða sjálvandi heilir dagar settir av til tingfundir, sigur Edmund Joensen.
Í seinasta valskeiðið samtykti løgtingið munandi lønarhækking til tingmenn, sum fóru úr umleið 16.000 krónum í mánaðarligari grundløn upp í góðar 25.000. Grundgevingarnar vóru, at tingmenn skuldu vera tingmenn burturav. Tingmenn í almennum starvi, kunnu bara hava hálvtíðar starv hjá tí almenna umframt tingarbeiðið. Fyri tingmenn, sum eru í privatari vinnu, er ikki lóggivið um arbeiði umframt tingarbeiðið.
Edmund Joensen heldur, at hetta hevur broytt hugburðin og arbeiðslagið hjá tingmonnum, og at tað merkist, at tingmenn nú eru betri fyrireikaðir, eitt nú til framsøgurøður.
Næsti tingfundur er ikki lýstur enn.