Hetta er ein av teimum frálíku døgunum í mai mánaði. Sólin skínur oman og niðan yvir fólk og fæ.
Tað sæst millum húsini, men tað er eisini alt. Útsýnið yvir Vestmannasund kundi annars verið so gott og so vakurt. Í dag er pollamjørki, stilli og einki sýni.
Bygdin hevur verið avtoftað í meiri enn 40 ár. Í dag er kortini lív í tí eina húsinum, nú Ása og maðurin eru farin higar at ferðast.
Slættanes upplivdi ongatíð at fáa streymveiting, og tí má ein taka fyrilit fyri tí, um ein ætlar sær higar.
- Vit hava ikki anilsi av, hvat er hent í verðini, síðani vit komu higar í gjárkvøldið.
- Her er jú eingin streymur, og tí ber ikki til at lurta eftir útvarpinum ella hyggja í sjónvarpið, sigur Ása.
Í so máta er lítil munur á barnaárum hennara undir krígnum og støðuni í mai mánaði 2007!
Til Sandavágs
Fólkatalið á Slættanesi hevur verið rættiliga skiftandi øll árini, síðani tey fyrstu niðursetufólkini fluttu higar í 1835.
Ein orsøkin til at fólk valdu at búseta seg her var uttan iva hon, at væl lá fyri at velta upp úr nýggjum. Tað skuldu tó ganga heili fimm ár, áðrenn fyrstu niðursetufólkini fingu nýggjar grannar.
Góð 100 ár seinni var einki sum bendi á, at hesi bygdini ikki fór at verða lív lagað: Við krígsbyrjan var fólkatalið nevniliga av tí allarmesta, - í 1940 búðu so mong sum 75 fólk í bygdini.
Hetta merkti sjálvandi aftur tað, at trivnaður var her, nóg mikið var at takast við hjá øllum og millum húsini spældu nógv børn. Ein dagin í 1941 varð eitt gentubarn borið í heim og fekk navnið Ása.
Sjálv minnist Ása ikki nógv frá barnaárum sínum á Slættanesi, tí longu sum átta ára gomul flutti familja hennara av bygdini og til Sandavágs.
Pápin var sjómaður og tað vóru fleiri av brøðrum hennara eisini. Teir flestu sigldu í stóran mun við skipum úr Sandavági.
- Tað var líkasum lættari og høgligari at flyta hagar, tá teir kortini vóru við skipum úr bygdini, greiðir Ása frá.
Sum onnur børn
Fyrstu árini í lívinum hjá Ásu vóru sum vera man merkt av, at seinni heimsbardagi herjaði.
Men børnini á Slættanesi merktu ikki so nógv til kríggið. Slættanes var teirra heimur, teirra veruleiki og tað, ið alt snúði seg um.
Tað er helst so sum Ása tekur til: - Umheimin hugsaðu vit ikki so nógv um, hóast Vestmanna lá beint hinumegin sundið. Tað bar jú eisini til at ganga allan vegin til Sandavágs og aðrar bygdir í Vágum.
Hon minnist væl, at menninir úr bygdini plagdu at fara yvir um sundið til Vestmanna at keypa inn. Eftir tað komu teir aftur við vøruni, millum annað stórum dunkum av siroppi.
- Men vit, børnini, - vit vóru ongastaðni, minnist Ása.
- Hóast vit bara vóru nøkur fá børn, haldi eg, at vit høvdu tað akkurát líka so gott og líka so stuttligt sum børn aðrastaðni í Føroyum!
Lakress og sápa
Hinvegin so var sjálvandi neyðugt hjá teimum at fara av bygdini við millumbilum.
Tá børnini onkutíð fóru av bygdini, so kundi tað til dømis vera í læknaørindum.
- Eg minnist einaferð, at ein drongur var farin til oyralækna í Vestmanna. Tað tosaðu vit nógv um, sigur hon.
Á Slættanesi var ein handil um hetta mundið, og har kundi bygdarfólkið fara til handils at keypa nakað av tí, sum tey skuldu brúka til húsarhaldið.
Sjálv minnist Ása at ein kundi keypa lakress í hesum handlinum.
- Eg varð ofta send til handils at keypa tær vanligu vørurnar til húsarhaldið, millum annað sápu, soda og mjøl.
Ása fór eisini í 1. flokk í Slættanes skúla – nakað, hon ikki er so fegin um í dag.
- Ein annar drongur her fór í skúla tá, og eg vildi bara sleppa í skúla.
- Eg helt, at tað ljóðaði so øgiliga spennandi at fara í skúla. Men tja, eg veit ikki, eg havi angrað tað restina av lívinum, sigur hon við einum brosi.
Tann gamla farleiðin
Tá fólkatalið var uppá tað allar mesta, búðu eini 75 fólk á Slættanesi, samstundis sum tað vóru 12 hús. Tey seinastu fólkini fluttu av bygdini á heysti 1964.
Barnaheimið hjá Ásu finst ikki longur. Bert toftirnar av teirri longu lonini eru at síggja. Tey kundu tí ikki at búgva í barnaheimi hennara, men eini onnur hús vórðu leigað til endamálið.
- Eg havi sjálvandi verið her úti av og á. Vit plaga at læna hesi húsini viðhvørt, og sova so her eina nátt ella vit bara steðga ein dag.
- Slættanes eitt gott stað, eingin ivi um tað. Mær hevur altíð dámað væl at komið aftur higar.
- Eg haldi, at tað er serliga tá ein gerst eldri, at ein sær hvussu gott ein hevði tað her.
Tey vóru komin higar kvøldið fyri við bátinum »Ólavur« úr Vestmanna og sum er tann gamli postbáturin í økinum. Tað var eisini hann, sum skuldi koma eftir teimum henda seinnapartin.
- Vit halda, at tað er so deiligt at sigla við honum. Teir duga so væl at manerera.
Innrás av fólki
Tá Ása og fylgið hennara kom til Slættanes hetta vakra mánakvøldið í mai mánaði, var tað fyrsta tey gjørdu at kynda og fáa hita í húsið. Streymveiting er jú ikki í bygdini.
Tað tók sína tíð at fáa húsið heitt, tí so long tíð er gingin, síðani nakar var her seinast.
- Tá vit so høvdu fingið okkum ein drekkamunn fóru vit út at ganga okkum ein túr niðan eftir vegnum.
- Eg veit ikki, tíðin gongur altíð so skjótt tá ein ferðast soleiðis úti í náttúruni, sigur hon.
Tá tey vaknaðu morgunin eftir gekk ein maður í bygdini. So stillisliga gongur alt fyri seg her, at tey høvdu ikki minst varhugan av, at hann var komin til gongu av Vatnsoyrum.
Seint seinnapartin kom kortini broyting í, tí tað gjørdist nærum ein innrás av fólki – sløkkiliðsmonnum, tíðindafólki, borgarstjórum og tyrluni hjá Atlantsflogi, sum øll vóru við í eini stórari bjargingarroynd.
Men tá komið var út á kvøldið fór alt fólkið av bygdini.
Aftur lá hon manntóm, inntil næstu ferðafólkini koma higar!
Svimjihyl og ferðasamband
Nógv hevur verið gjørt fyri at leggja lunnar undir eina menning av Slættanesi. Í 1934 varð millum annað uppskot lagt fyri tingið, um at fáa studning til gerð av svimjihyli her. Men gott ferðasamband mundi kortini vera tað, sum lá fólki fremst í huga.
Á heysti í 1942 vendi lærarin í bygdini, Napoleon Petersen sær aftur til løgtingið við áheitan um at fáa sjóvegis postsamband. Hann vísti millum annað á, at bygdin lá langt frá øðrum bygdum í oynni, og bert hálvan tíma úr Vestmanna.
Hansara uppskot var, at motorbáturin »Ólavur« kundi røkta henda postflutningin. Hann røkti frammanundan rutuna millum Vestmanna og Fútaklett og Kvívík, og kundi tí gott tikið Slættanes við. Smiril, sum sigldi frá Sørvági til Vestmanna kundi eisini lagt at á Slættanesi, um hann hevði góðs við ella visti av góðsi.
Undirtøka fekst kortini ikki fyri hesum uppskotum, uttan so at sagt varð, at Smyril kundi steðga fyri Slættanes-bygd um skiparin helt at líkindi vóru til tess.