SL væntar at missa pening í samband við aldarskiftið

Í sambandi við eykajáttanina fyri november, verður sagt í viðmerkingunum viðvíkjandi Strandfaraskipum Landsins, at neyðugt verður við eykajáttan til S L fyri 1999, um virksemið ikki skal skerjast munandi, tað sum er eftir av árinum

Ólavur í Beiti


Um orsøkina til, at landsfyritøkan SL eru á eykajáttanarlógini fyri november, verða verða tær tríggjar nevndar: verkfall, lønarhækkan og aldarskiftið. Viðvíkjandi verkfallinum, verður sagt í viðmerkingunum, at tá verkfall var í vár, lógu nærum øll skip hjá Strandferðsluni, orsakað av at limir hjá Starvsmannafelagnum eru við flestu skipunum.

? Hetta hevði við sær, at skipini ikki kundu sigla. Strandferðslan noyddist tó at rinda løn til restina av manningini, sum var til arbeiðis. Tá skipini ikki sigldu, fekk Strandferðslan ongar inntøkur. Verður hugt at inntøkunum í sama tíðarskeiðið í 1998, vísa hesar, at inntøkumissurin hjá Strandfaraskipum Landsins var uml. 2,45 mió. kr. (m.a. øll páskaferðslan). 880 tús.kr. vórðu spardar í lønum. Sostatt var inntøkumissurin 1,6 mió. kr. netto.


Lønarhækkan

1,25 mió.

Og viðvíkjandi lønarhækkanini verður nevnt, at í fíggjarlógini fyri 1999 er ikki hædd tikin fyri lønarhækkan vegna sáttmálasamráðingar, sum vóru í vár. Sáttmálasamráðingarnar endaðu við, at allar lønir hækkaðu 3% tann 1. mars. 1999. Hetta gevur eina miðalhækking í 1999 uppá 2,5%. Samanlagt eru lønarútreiðslurnar á Strandferðsluni 50 mió.kr., og gevur hetta eina eykaútreiðslu uppá góðar 1,25 mió. kr. í 1999.


Net- og servaraskipan

Og tann triðja orsøkin er aldarskiftið, har sagt verður, at neyðugt verður at skifta ein part av tøkniliga útbúnaðinum út til tess at tryggja, at Strandferðslan ikki skal missa pening í samband við aldarskiftið. Tað eru serliga ferðaseðlamaskinurnar við útbúnaði, sum skulu skiftast ella tillagast skiftinum.

Mett verður at samlaða útreiðslan í hesum sambandi verður uppá 550 tús. kr. Ár 2000 skiftið ger tað eisini neyðugt at skifta net- og servaraskipanina á stovinum út, av tí at verandi skipan ikki virkar eftir aldarskiftið. Íløgan til hetta verður uml. 330 tús. kr.

At enda verður sagt í viðmerkingunum, at hesar omanfyrinevndu útreiðslur hevur Strandfaraskip Landsins ikki havt ávirkan á.