Marjus Dam, løgtingslimur og limur í rættarnevnd løgtingsins
Eg góðtaki ikki handfaringina og noktan av arbeiðsloyvi í Føroyum til Sladjanu.
Sum fólkavaldur og í samgongu, so skildi eg ikki hesa handfaring. Í samgonguni hava vit fleiri ferðir tosa um hesi viðurskiftir hjá útlendingum, júst fyri at sleppa undan óhepnum avgerðum sum hesari. Og so kemur hendan skammiliga avgerðin - beint undan jólum afturat.
Míni ráð eru hesi. Far ikki av landinum. Arbeiðsloyvi má og skal koma til tín og tey, ið eru í somu støðu.
Í Føroyum eru vit bert menniskjur, og tað er tú eisini. Vit eiga at virða og verða góð við hvør annan. Vit í Føroyum hava sanniliga havt brúk fyri at fari í onnur lond av arbeiða og liva. Og tað hava vit verið takksom fyri. Serliga, tí vit hava verið væl móttikin har vit eru komin.
Tú og familjan eru vælkomin í Føroyum, eins og vit eru vælkomin í útlondum.
Eg skal gera mítt til at hendan ómenniskjaliga avgerð verður broytt til eitt játtandi svar. Tí ongum øðrum kunnu vit liva við.
Tú og familjan hava gjørt eitt gott arbeiði her í Føroyum. Vit eru mong í takka tykkum fyri tað. Tit eiga og skulu sleppa at halda fram við at gera eitt gott arbeiði her á landi - tað vilja eg og mong onnur stríðast fyri.
Og vit vinna. Tí tað er rætt.