Slagið kemur at standa um sosialmál og vinnumál

Formaðurin í javnaðarflokkinum væntar ikki, at ríkisrættarligi spurningurin fer at vera tann stóri trupulleikin, nú nýggj samgonga skal skipast

Løgtingsvalið 2004

? Tað eru nógvir nøguleikar at skipa nýggja samgongu eftir løgingsvalið týsdagin.
Tað heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins.
Men so er hann eisini nokk so vísur í, at júst javnaðarflokkurin verður lykilin til eina nýggja samgongu.
? Tingmannabýtið lagaði seg so, at tað er lítið sannlikt, at tað fer at bera til at skipa samgongu uttanum javnaðarflokkin, bæði tá ið vit skulu hava eina breiða semju um ríkisrættariligu støðuna ella um vinnumál og sosialmál.
Men tað hóvar honum eisini væl.
?Vit hava verið í andstøðu í átta ár og tað er leingi hjá javnaðarflokkinum. Tì er ikki yvir at dylja at vit vilja fegin í samgongu aftur, sigur formaður floksins.
Hann sigur, at tað eru bæði møguleikar at skipa eina stóra samgongu við trimum av teimum stóru flokkunum. Ein slík samgonga fer at hava 21 ella 22 tinglimir.
Tað ber eisini til at skipa eina smala samgongu við tveimum stórum flokkum og øðrum, ella báðum teimum lítlu flokkunum. Ein slík samgonga fær 17 ella 18 tinglimir og hevur sostatt onki at geva av, tí fyri at fáa meiriluta, krevjast 17 tinglimir.
Men Jóannes Eidesgaard er eisini sannførdur um, at tað fer at vera ógvuliga trupult at arbeiða hjá eini smalari samgonga við 17 ella 18 tinglimum.
? Ein stór samgonga hevði fingið tað munandi lættari, sigur hann.
Hinvegin væntar formaður javnaðarfloksins ikki, at tann ríkisrættarligi spurningurin verður størsti trupulleikin í royndunum at skipa samgongu.
? Í ríkisrættarliga spurninginum hava allir flokkar flutt seg nógv inn ímóti miðjuni so eg vænti at tað verður rættiliga skjótt, at flokkarnir kunnu semjast um, hvussu farast skal fram á tí økinum.
Hinvegin væntar hann, at tað stóra slagið fer at standa um, hvønn politikk ein nýggj samgonga skal føra á vinnuliga og á sosiala økinum.
Men at tosa um løgmann og málsøki er alt ov tíðliga enn.

Ikki tikið støðu til samráðingarleiðara
Ein stórur spurningurin í hesum sambanhangi er, hvussu verður við Anfinni Kallsberg, skuldi tað hent, at fólkaflokkurin kemur í eina nýggja samgongu.
Undan valinum hevði javnaðarflokkurin tað avgjørdu støðu, at hann fór ikki í nýggja samgongu við Anfinni Kallsberg sum løgmanni ella landsstýrismanni, eftir tað, sum er komið fram um fortíð hansara.
Í dag er Jóannes Eidesgaard ikki heilt so avgjørdur.
Hann sigur, at tað eru tvey nýggj andlit í tingmanningini hjá javnaðarflokkinum (John Johannesen og Sverri Midjord) og tann spurningurin skal nú viðgerast í flokkinum.
Men tað skilst kortini á honum, at tað er lítið sannlíkt, tingmanningin broytir støðu.
? Skal Anfinn Kallsberg vera ein leiðandi politikari eftir valið, hevur ongin orsøk verið til at havt løgtingsval, tí tað var júst hansara støða í politikki, sum var orsøkin til valið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Annars heldur hann, at úrslitið av valinum kundi givið okkum orsøk til at endurskoða vallógina, tí hesuferð vísir tað seg, at tjóðveldisflokkurin, sum er triðstørstur í atkvøðum, fær átta tingmenn, men at bæði sambandsflokkurin og javnaðarflokkurin, sum fingu fleiri atkvøður, fáa bara sjey tingmenn.
?Hetta er eitt úrslit av, at tann flokkur, sum vinnur tey smáu valdømini, kann gerast yvirumboðaður og hetta er hent fyrr.
Ì dag eru formenninir kallaðir saman til fundar og har skal ein floksformaður veljast til at standa fyri teimum fyrstu royndunum at skipa samgongu. Hann fær so tríggjar dagar at royna seg í. Eydnast tað ikki at fáa glið á, handar ein stafettina víðari til ein annan floksformann.
Javnaðarflokkurin hevur ikki enn avgjørt, hvønn hann fer at vísa á til samráðingarleiðara.

Stóra afturgongd
Annars var úrslitið av valinum hjá Jóannesi Eidesgaard sjálvum ikki serliga sannførandi, í hvussu so er ikki í heimbygdini, Tvøroyri.
Tilsamans fekk hann 403 atkvøður í øllum valdøminum.
Tað eru 100 færri enn seinast, tá ið hann fekk 503. Men á valinum í 1998 fekk hann heilar 709 atkvøður.
Eisini á Tvøroyri hevði hann stóra afturgongd. Á seinasta løgtingsvali fekk hann 327 atkvøður á Tvøroyri, men hesuferð fekk hann bara 262 atkvøður. Tað førdi so aftur til, at verteranurin, Sverri Midjord, yvirhálaði hann í heimbygdini.
Men Jóannes heldur seg kennna orsøkina til hesa gongdina.
?Ì fyrsta lagi er veruleikin tann, at eg eri ikki so nógv at síggja á Tvøroyri longur, tí alt tað politiska arbeiði er í Havn, so tað er har, at eg eri fyri tað mesta.
? Í øðrum lagi skerst ikki burtur, at nógvir veljarar halda, at eg havi verið sjálvskrivaður á ting av tí, at eg eri formaður floksins og tí hava tey heldur vilja sett krossin við onkran annan.
? Og í triðja lagi skerst heldur ikki burtur, at í ár hevur sera hørð kapping verið ímillum Sverra Midjord á Tvøroyri og Henrik Old í Vági um annan tingsessin hjá javnaðarflokkinum í Suðuroy og tað hevur uttan iva ført við sær, at tvørafólk í ein ávísan mun hava tikið seg saman um Sverra Midjord fyri at fáa tvey umboð av Tvøroyri.
Annars leggur Jóannes Eidesgaard dent á, at hann er væl nøgdur við valið í Suðuroynni sum heild, tí javnaðarflokkurin er so nógv størsti flokkur í oynni við heili 41,9% av atkvøðunum. Tað er ein framgongd upp á 0,7% afturímóti valinum í 2002.