Slagið um Tryggingina avgerast í dag

Í dag fellir eftir ætlan avgerðin um, hvør skal stjórna Føroya størsta og sterkasta vinnulívsaktøri, TF Holding.

Í dag fellir eftir ætlan avgerðin, um hvør skal stjórna Føroya størsta og sterkasta vinnulívsaktøri, TF Holding.

 

Samtakið, Tryggingarfelagið Føroyar, verður stjórnað av einum ognarfelag, sum velur nevndina í TF Holding. Helvtin av nevndini verður vald í senn, tað vil siga helvtin av teimum seks nevndarlimunum, sum Ognarfelagið velur. Starvsfólkini velja trý umboð, sum tó ikki hava atkvøðurætt.

 

Stjórnin hevði sett ein tilráðingarbólk, sum skuldi geva Ognarfelagnum eina tilráðing um, hvør skuldi veljast í nýggju nevndina. Teir nevndarlimir, sum stóðu fyri vali, vóru Ingeborg Godtfred, Gunnar í Liða og Árni Jakobsen. Tilráðingarbólkurin mælti, sambært Dimmalætting, ognarfelagnum til ikki at velja Ingeborg Godtfred aftur, men í staðin at velja Gunnar í Liða, Leif Abrahamsen, Elisabeth Eldevig og Árna Jakobsen.

 

Men Ognarfelag Tryggingartakaranna aktaði ikki tilráðingarbólkin, og tey valdu Ingeborg Godtfred inn sum toppskorara. Hon fekk 20 atkvøður av tveimum 35, sum eru í umboðsráðnum. Umframt Ingborg Godtfred vórðu valdir Arni Brattabergt við 16 atvkøðum og Gunnar í Liða eisini við 16 atkvøðum. Næstur Gunnari í Liða var Birgir Nielsen við 15 atkvøðum, so tað var um reppið, at nevndarformaðurin ikki varð afturvaldur.

 

Í dag verður fundur, sum skilst, og skulu tey seks nevndarumboðini, sum eru vald av ognarfelagnum gera av, hvør skal verða formaður og næstformaður. Sum skilst stendur á jøvnum í nevndini. Gunnar í Liða, Jan Müller og Jákup Egholm Hansen fara uttan iva at velja Gunnar í Liða til forman, meðan Annika Waag, Arni Brattaberg og Ingeborg Godtfred helst velja onkran annan.