Slagsmál í Valencia

Tað er synd at siga, at dysturin millum Valencia og Inter var eitt stórt fótbóltsupplivilsi.

Men dramatikkurin, sum manglaði í sjálvum dystinum, hann kom so sanniliga til sjóndar eftir dystin. Her bleiv eitt stórt slagsmál mitt á vøllinum, og hetta endaði við, at útskiftarin hjá Valencia, David Navarro, kom rennandi inn á vøllin og breyt nøsini hjá Nicolas Burdisso. Slagsmálið helt fram í eina góða løtu, bæði á vøllinum og eftir at spælararnir vóru farnir av vøllinum. Bæði feløgini kunnu vænta sær bøtur og leikbann, tá UEFA hevur sæð upptøkurnar.