Slakar 4,7 milliónir til Bláa Kross

Tað komu 4.692.683,90 krónur milliónir inn í landsinnsavningini hjá Bláa Krossi í kvøld.

 

Tað kom fram, tá sendingin í sjónvarpinum, sum varð send úr Müllers Pakkhúsi í Havn, endaði fyri løtu síðani.

Í sendingini vóru samrøðu og tónleikur og so ein svimjikapping millum Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, og Bárð Nielsen, løgmann. Uppgávan hjá teimum var at svimja so nógvar longdir sum gjørligt á vágni uttan fyri Müllers Pakkhús. Teir skuldu svimja í tveir minuttir.

Seks fyritøkur høvdu játtað at rinda 6.000 krónur fyri hvørja longd, sum gjørdust seks. Tilsamans gav hendan svimjikappingin Bláa Krossi 120.000 krónur.

##med2##