Slakar ikki fyri Bush

Í kvøld kemur amerikanski forsetin, George W. Bush, til Bretlands at vitja,og har skal hann hitta Tony Blair, forsætisráðharra og Elizabeth, drotning.

Undan vitjanini hevur amerikanska trygdartænastan Secret Service kravt, at bretsku myndugleikarnir skulu herða øll trygdartiltøk til tess at tryggja, at einki skal henda forsetanum. Millum annað hevur Secret Service kravt, at skottryggir rútar skulu leggjast uttan á verandi rútarnar í slottinum Buckingham Palace, og at nakrir ávísir veggir á slottinum skulu styrkjast. Men Elizabeth, drotning hevur sagt kortanei, skrivar The Sunday Telegraph. Sambært blaðnum vildi drotningin ikki góðtaka, at amerikanararnir fyltu slottið við trygdarmonnum, meðan forsetin vitjar, men nakrar sleppa teir tó at hava har.

-Hennara hátign heldur, at nú stjórnin hevur gjørt av at lata 5.000 løgreglumenn veita forsetanum trygd, eiga amerikanararnir at hava álit á, at teir duga tað, sum teir eru settir til at gera, sigur ein kelda á Buckingham Palace við The Sunday Telegraph.