Slakari gulllaksaveiða

Seinastu tíðina er minni gulllaksur komin upp á land, enn tá veiðan var best í byrjanini av hesi vertíðini

VEIÐA

Veiðan hjá teimum seks skipunum, sum hava gulllaksaloyvi, hevur í seinastuni verið heldur slakari, enn tá vertíðin byrjaði tíðliga í apríl, og skipini ta fyrstu tíðina høvdu rættiliga rokveiði.
Í byrjanini av vertíðini gjørdu skipini einar tveir góðar túrar um vikuna, har tey vóru full undir lúkurnar.
Gulllaksaveiðan hevur ikki verið vánalig, men hevur verið heldur slakari seinastu vikurnar enn annars.
Einki óvanligt er í, at veiðan er eitt sindur aftur og fram gjøgnum vertíðina, men sum oftast plagar hon at batna aftur, tá tíð er umliðin.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará, sum vanliga landar gulllaksaskipini, Polarhav og Stjørnuna, søgdu tey herfyri, at meðan tað í byrjanini av vertíðini tók einar 3-4 dagar at fylla skipini, tekur tað nú kanska 4-5 dagar at fáa somu nøgd – ella eitt samdøgur meiri.
Tað er tó ikki so, at skipini, sum eru á hesi veiði, sigla við hálvari last aftur av túri. Tey hava gjarna fingið uppí, tá tey hava verið úti hesar 4-5 dagarnar.

Breyt motor
Tey seks skipini, sum plaga at fiska gulllaks í vertíðini, eru Polarhav og Stjørnan, Vestmenningur og Fram og Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Men fyri eini tíð síðan vóru teir so óhepnir á Eysturbúgvanum, at motorurin fór í knús, meðan teir vóru til fiskiskap. Neyðugt er við nýggjum motori, og væntandi var, at hetta fór at taka einar tveir mánaðir ella so.
Og soleiðis reyk allur tann størri helmingurin av gulllaksavertíðini hjá Eysturbúgvanum í hesum umfari.
Vesturbúgvin hevur seinastu tíðina partrolað eftir gulllaksi saman við djúpvatnstrolaranum Steintóri úr Hvalba.
Skipini hava gjørt nakrar túrar, og sum skilst hevur hetta riggað hampiliga væl, tó ikki heilt so væl, sum tá Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiskaðu saman.