Tað man vera nakað serligt við búffunum frá Lonini í Elduvík. Tí fólk koyra langt fyri at fáa sær ein teirra.
Men svarið er helst sera einfalt, sambært Johonnu Nielsen, sum sama við manninum Hans Jørgen, rekur matstovuna Lonina.
Hans Jørgen er útlærdur slaktari og hevur tann fyrimun, at hann kennir eitt gott kjøtstykki, tá hann sær tað. Hann dugir beinanveg at siga, um tað verður ein góður búffur ella ikki. So tað er upplagt, at hann tekur sær av køkinum, sigur Johanna.
Hølið er ikki so øgiliga stórt, men hugnaligt er. Her er pláss fyri 34 fólkum í neðra, her vit sita og práta við útsýni yvir Elduvíkina og út á Djúpini. Kallsoyggin liggur so klár og litføgur í baksýni. Kallsvík er hvít at síggja, og Geirrøvilin stendur sum ein svartur varðmaður fyri uttan. Veðrið er frálíkt, og nógv fólk er í bønum.
Verður ov trongt í hesum rúminum, er eitt annað rúm í erva, har pláss er fyri 24 fólkum. Ofta verður tað rúmið brúkt til ávísar privatar samkomur og tílíkt.
Men tað eru búffarnir, sum draga fólk til Lonina í Elduvík. Og tí hava tey lagt seg eftir at hava búffar sum líkasum eitt slag av vørumerki. Her verður annars borðreitt við ábiti, um fólk ynskja tað, og sunnudagar er vanlig matskrá at fáa á middegi. Um kvøldið verða so búffarnir aftur lagdir á pannuna.
-Tað hevur gingið betri fyri hvørt árið, sigur Johanna. Og í ár hevur verið rættiliga fitt av gestum, sigur hon. Tó er tað ikki so, at tey hava livað av Lonini burturav. Men um summarið gera tey bæði, maðurin, ikki annað.
Lonin er matstað burturav. Talan er ikki um gistingarhús sum so. Tað er ikki pláss til tess. Tó hevur tað hent seg, at onkur hevur ligið nátt. Eitt gestakamar er, sum tey kunnu leggja fólk í, um soleiðis vil til.
Tað eru mest føroyingar, sum koma at fáa sær ein bita í Lonini, sigur Johanna. Tey uppliva javnan, at fólk ringja úr Havn og bíleggja sær borð eitt vanligt kvøld mitt í viku. Og av Skálafjørðinum, til dømis, koma nógv fólk framvið.
Sjávandi koma eisini útlendingar. Onkrar ferðamannastovur hava fasta avtalu um at støkka inn á gólvið við gestum, sum ferðast í bussi. Eini trý feløg koma soleiðis meira ella minni regluliga við ferðafólki. Tey plaga vanliga at vera mitt á degi og vilja tá hava ábit, sigur Johanna.
Klokkan er fimm seinnapat, og tað fer so smátt at lukta av mati uttan úr køkinum.
-Tað kemur eitt ferðalag úr Havn klokkan seks, greiðir Johanna frá. Tey hava ringt og biðið um búffar.
Hurðin gongur, og inn kemur ein tilkomin elduvíkskona, sum keypir nakrar sodavatnsfløskur. Ivaleyst eru ommubørnini í bønum og hoyggja, hugsi eg.
Ein ung kvinna kemur í dyr beint eftir. Heldur nógv ílætin ein so góðan dag sum hendan. Man helst vera einhvør útlendingur, sum komin er við ryggsekki, hóast tann, hon hevur á rygginum, ikki er so stórur, sum teir vanliga plaga at vera.
Nei, hon spyr á føroyskum eftir kaffi.
Vit siga farvæl, og Johanna fer inn um aftur diskin. Í túninum møti eg tveimum fólkum, sum tosa týskt.
Tveir frammandir kundar til Johonnu.