Slaktarin í SMS hevur nú avgjørt, at alt tað útlendska oksakjøtið framyvir skal keypast úr New Zealandi.
Fyri hálvumtriðja ári síðani fór hann undir at keypa oksakjøt úr New Zealandi, og síðani er parturin hjá europeiskum framleiðarum minkaður.
Men nú verður seinasta stigið tikið, so einki oksakjøt úr Europa longur verður innflutt.
? Tað eru fleiri orsøkir til, at vit hava tikið hesa avgerð. Ein orsøk er sjálvandi neytaøðin, sum er staðfest nógva staðni í Europa, og ein onnur er, at kjøtið úr New Zealandi er sera gott, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í SMS.
Eingin neytaøði
Hóast New Zealand liggur hinumegin klótuna, ber tað til at flyta kjøtið til Føroya, so at tað kann seljast fyri skilagóðan prís í Føroyum.
? Alt oksakjøtið, sum kemur úr New Zealandi, er feskt. Tað ger góðskuna so góða sum gjørligt, og fólk kunnu eisini frysta kjøti uttan trupulleikar, sigur Jørgen Jørgensen.
Í New Zealandi hevur eingin tilburður av neytaøði verið, og tað hevur stóran týdning fyri slaktaran.
? Fólk spyrja ikki so nógv um neytaøði, men tey vita ofta, hvar tilburðirnir hava verið, og tí er umráðandi, at vit hava neytakjøt úr londum, har eingin neytaøði er staðfest. Alt okkara kjøt verður merkt væl, so fólk síggja, hvaðani tað er.
Slaktarin í SMS innflutti í fjør 300 tons av oksakjøti úr New Zealandi, umframt nakað úr Írlandi og Danmark. Handilin við New Zealand fer at vaksa, nú alt tað útlendska oksakjøtið skal keypast haðani. Føroyskt oksakjøt verður eisini selt í handlinum.