Slakur dagur hjá føroysku kvinnunum í íslendskum hondbólti

ÍBV tapti óvæntað fyri grikskum liði í Europa Cup og Haukar taptu á útivølli í bestu deildini

Tað gjørdist ein slakur dagur hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku kvinnudeildini.

 

Ingibjørg Olsen og liðfelagarnir í ÍBV vóru stórir favorittar til at knógva grikska liðnum, Ionias í fyrra dystinum í Europa Cup kappingini. Men rættiliga óvæntað tapti ÍBV 20-21. Í steðginum var ÍBV á odda 13-11.

 

ÍBV fær tó høvið at hevna tapið í morgin klokkan 15 tá returdysturin verður leiktur. Báðir dystirnir móti Ionias vera leiktir úti í Heimey.

 

Ingibjørg Olsen var ikki millum málskjúttarnar hjá ÍBV í dag.

 

Natasja Hammer skoraði í dag trý mál fyri Haukar, ið vóru fyri 17-21 tapi á útivølli móti Fram. Haukar var á odda 8-7 í steðginum.

 

Natasja og liðfelagarnir eru næstaftast í deildini við tveimum stigum aftaná fýra teir fyrstu dystirnar. 

 

Komandi leygardag taka Natasja og liðfelagarnir móti ÍBV á heimavølli.