Ísland: Allur heimurin hevur medábyrgd

? Hvussu kundu so mong vera so blind, spyr Eva Joly, ið er ráðgevi hjá íslendska ákæruvaldinum, nú kannað verður, um mutur og rotinskapur knýta seg at fíggjargøluni í Íslandi. Helst ganga eini fimm ár, áðrenn púra greitt er, hvør veruliga orsøkin var til íslendska fíggjarskrædlið og hvar allir teir nógvu pengarnir eru endaðir. Tað skrivar svenska blaðið, Dagens Industri.

Eva Joly, sum herfyri helt fyrilestur fyri lesandi á universitetinum í Stockholm, heldur, at íslendska støðan er sera álvarslig, samstundis sum hon sigur, at umheimurin hevur eina medábyrgd av, at bankabløðran í Íslandi kundi vaksa seg so stóra.

Bretar og hollendingar órímiligir

Bretland og Holland krevja milliardir av Íslandi sum endurgjald fyri uppsparingina, sum hvarv, tá bankaskipanin fór á húsagang fyri tveimum árum síðani. Næstan 400.000 bretar og hollendingar vóru kundar hjá Icesave.

? Icesave-avtalan er írímilig, bæði politiskt og juridiskt, heldur Eva Joly, sum millum annað vísir á, at eisini bretskir myndugleikar hava eina ábyrgd í hesum málinum.

Arbeiðsloysið í Íslandi er næstan 10 prosent, samstundis sum íslendingar stríðast við stóra skuld og høga rentu. 14.000 fólk, svarandi til fimm prosent av íslendska fólkinum, eru higartil farin frá húsi og heimi ? umframt at 8.000 eru rýmd av landinum.