Millum teir íslendingar, sum eru ímóti at fara upp í Evropasamveldið, er fiskimálaráðharrin, Jón Bjarnason. Tað duldi hann heldur ikki, tá hann í síðstu viku var røðari á einari útróðrarráðstevnu í Fraklandi.
Hann greiddi frá hvussu íslendska fiskivinnan er skipað, og at íslendskir myndugleikar leggja stóran dent á, at fiskivinnan skal vera burðardygg.
Um umsóknina um limaskap í ES segði Jón Bjarnason, at hann er sannførdur um, at tað er betur fyri Ísland sum fiskivinnutjóð at standa uttan fyri Evropasamveldið.