Ísland bjóðar Føroyum innivist á sendistovum

Eftir fund seinnapartin millum føroysku og íslendsku uttanríkisráðharrarnar stendur Føroyum í boði at nýta sendistovurnar hjá Íslandi í Moskva og Genéve Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur seinnapartin hitt Ingibjörg Sólrúna Gísladóttir, íslendska uttanríkisráðharran, í Reykjavík. Á fundinum bjóðaði íslendski uttanríkisráðharrin føroyingum at nýta íslendsku sendistovuna í Genéve og Moskva.

Í Genéve varð bjóðað skrivstovuhøli og í Moskva stendur okkum í boði at nýta teirra tænastu á staðnum. Føroyski uttanríkisráðharrin fegnast um íslendska tilboðið.

- Í Genéve hava millum annað WTO, EFTA og OPEC høvuðsæti, meðan ST, eftir New York, hevur sítt næstastørsta sæti í býnum. Í tilgongdini at vinna Føroyum EFTA- og WTO limaskap kann ein slík umboðan fáa stóran týdning fyri føroyskan uttanríkispolitikk í framtíðini. Harumframt er tilboðið um at nýta tænasturnar á sendistovuni í Moskva ein møguleiki hjá Føroyum, til vit hava sett okkara egnu sendistovu á stovn í Russlandi. Tilboðini eru enn ein staðfesting av góða samstarvinum millum brøðratjóðirnar Føroyar og Ísland, sigur Jørgen Niclasen.

Hann fer at taka tilboðið við sær til Føroya til politiska viðgerð. Í samgonguskjalinum er eitt mál hjá samgonguni at gera samstarvsavtalur við onnur norðanlond um at nýta teirra sendistovur. Samstundis er ætlanin at lata føroyska sendistovu upp í Moskva.

Seinnapartin hevur Jørgen Niclasen verið á fundi við Geir H. Haarde, forsætisráðharra, og Árni Mathiesen, fíggjarmálaráðharra.