Ísland spældi ein framúr dyst ímóti Danmark í EM-bólki B í Linz í Eysturríki í kvøld, og teir vunnu eisini uppiborið 27-22 á donsku europameistarunum. Støðan í steðginum var 15-13 til Ísland.
Fyrr í dag vann Eysturríki 36-30 á Serbia, og tað merkir, at Ísland tekur trý stig við sær til millumumfarið. Danmark tekur tvey stig við sær, meðan eysturríksku vertirnir taka eitt stig við sær.
Ísland legði seg á odda 7-2. Beint eftir hetta høvdu danskarar sítt einasta veruliga góða tíðarskeið í dystinum, tá teir vendu 2-7 til 10-7, men so javnaði íslendingar aftur, fóru fram um, og íslendingar sleptu ikki takinum aftur.
Íslendski málverjin, Bjørgvin Páll Gústavsson spældi sín lívs dyst, og hann fekk góða hjálp frá íslendsku verjuni. Tað ironiska við tí íslendska sigrinum var, at stóra stjørnan, Ólafur Stefánsson var merkiliga anonymur og skoraði bara eitt mál í dystinum.
Liðfelagarnir prógvaðu, at Ísland hevur eina framtíð at byggja á. Talan er um fyrsta sigur íslendinga á Danmark í einum endaspæli í 17 ár. Tann sigurin kom í HM-endapælinum í 1993. Annars hava liðini leikt nógvar javnleikir.
Íslendsku málskjúttarnir :
Guðjón Valur Sigurðsson 6
Aron Pálmarsson 5
Róbert Gunnarsson 4
Alexander Petersson 4
Snorri Steinn Guðjónsson 3
Arnór Atlason 3
Sverre Jakobsson 1
Ólafur Stefánsson 1
Donsku málskjúttarnir :
Lars Christiansen 5
Anders Eggert Jensen 4
Mikkel Hansen 3
Hans Lindberg 2
Thomas Mogensen 2
Kasper Nielsen 2
Torsten Laen 2
Lasse Svan Hansen 1
Kasper Søndergaard 1