ÍSLAND: Haarde má dømast

6 av 10 íslendingum vilja síggja fyrrverandi forsetan, Geir Haarde og aðrar stjórnarlimir í rættarsalinum, orsakað av teirra leikluti í fíggjarkreppuni Fyrr í hesum mánaðin kom ein kanningarnevnd til ta niðurstøðuna, at Haarde og fleiri aðrir forsømdu skyldu sína í sambandi við hetta, og tí eiga at koma fyri rættin.

Henda frágreiðingin hevur verið til umtalu síðani, og tað vísir seg, at núverandi forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir ikki ynskir tað sama sum meirilutin í kanningarnevndini.

Úrslitið av øllum hesum kann vera, at stjórnin fer at falla. Men íslendska fólkið hevur í øllum førum sagt sína hugsan