Danmark er vorðin ein stór marra hjá tí íslendska fótbóltslandsliðnum Síðani seinna veraldarkríggj endaði hava A-landsliðini hjá Ìslandi og Danmark spælt 22 landsdystir ímóti hvørjum øðrum.
Og hóast tað neyvan er nakað land íslendingar heldur vildu vunnið á enn Danmark, so er tað ikki eydnast enn.
Ígjár vann Danmark 2-0 á Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, og siga hagtølini nú aftaná 22 A-landsdystir millum Ísland og Danmark, at Danmark hevur vunnið 18 dystir, meðan fýra dystir eru endaðir við javnleiki.
Seinasti javnleikurin varð 4. september í 1991, tá liðini spældu javnleik 0-0 í einum vinardysti.
Danmark hevur vunnið teir seinastu seks dystirnar ímóti Íslandi við málmuninum 16-1.
Ísland hevur ikki skorað ímóti Danmark síðani 2. september í 2000, tá Eyðólfur Sverrisson skoraði í einum 1-2 tapi á Laugardalsvøllinum.
Samlaði málmunurin í teimum 22 landsdystunum millum Ìsland og Danmark, er 71-13 til Danmark. Ì 1967 vann Danmark heili 14-2 á Ìslandi í gomlu ítróttarparkini í Keypmannahavn. Eitt úrslit sum enn ríður tilkomnum íslendskum fótbóltsfjepparum sum ein marra.
Ìslendsku miðlarnir eru eyðvitaðir um gongdina, og kalla miðlarnir fyribrigdið fyri ?Danagrýlan?
Morgunblaðið staðfestir turt verandi støðu, at danagrýlan livir framvegis uppá tað besta.
Ìslendska U21-landsliðið hevur tó vunnið seg til EM-endaspælið, sum verður í júst Danmark, dagarnar 11. til 25. juni.
Har eru Danmark og Ísland endaði í sama bólki, so vit kunnu saman við íslendingum og dønum vænta ein spennandi dyst, har annað liðið hevur sera nógv at hevna.