Ísland hevur langt á mál

HM 2022: Tað var smátt við óvæntaðum úrslitum í kvøld

2. umfar í undankappingini í Evropa til HM 2022-endaspælið er spælt. Spania, Italia, Frakland, Danmark, England og Týskland vunnu øll favoritt sigrar, meðan íslendingar hava langt á mál, um teir skulu til Katar.

Bólkur B:

Spania hevði fleiri av sínum ungu spælarum á vøllunum frá byrjan, tá teir í kvøld vunnu 2-1 á Georgia í evstu løtu. Spania var aftanfyri í hálvleikinum, men við málum frá Ferran Torres og Daniel Olmo vunnu gestirnir í yvirtíðini. Svøríki vann greiðan 3-0 sigur í Kosovo og hevur fult stigatal. Grikkaland og Kosovo hava bara spælt ein dyst.

Støðan:

1.     Svøríki 6

2.     Spania 4

3.     Grikkaland 1

4.     Georgia 0

5.     Kosovo 0

Bólkur C:

Italia og Sveis hava fult stigatal eftir tvey umfør. Í kvøld vann Italia 2-0 á Bulgari á útivølli. Andrea Belotti og Manuel Locatelli skoraðu málini fyri gestirnar. Sveis vann tepran 1-0 sigur á Litava. Avgerandi málið skoraði Liverpool-spælarin, Xherdan Shaqiri, longu aftaná tveir minuttir. Í hesum bólkinum hava Litava og Norðurírland spælt ein dyst, meðan hini hava spælt tveir.

Støðan:

1.     Italia 6

2.     Sveis 6

3.     Litava 0

4.     Norðurírland 0

5.     Bulgaria 0

Bólkur D:

Fronsku heimsmeistararnir eru aftur á sigurskós við 2-0 sigri í Kasakstan. Osumane Dembele og eitt sjálvmál var nokk, sjálvt um Kylian Mbappé brendi brotsspark og Anthony Martial bleiv skaddur. Ukreina sá út til at fáa eina góða byrjan, eftir javnleikin í Fraklandi, men í seinastu minuttunum javnaði Finnland við brotssparki frá Temu Pukki. Her hava Bosnia Hersigovina og Kasakhstan spælt ein dyst, meðan hini hava spælt tveir.

Støðan:

1.     Frakland 4

2.     Finnland 2

3.     Ukreina 2

4.     Bosnia Hersigovina 1

5.     Kasakhstan 0

Bólkur F:

Her taptu Føroyar 3-1 móti Eysturríki, eftir at Sonni Ragnar Nattestad legði okkara enn á odda. Danmark vann heili 8-0 á Moldova, meðan tað endaði við javnleiki í Ísrael, har Skotland var á vitjan. Danmark fær óhugnaliga sterkt út og møtir í komandi umfari Eysturríki.

Støðan:

1.     Danmark 6

2.     Eysturríki 4

3.     Skotland 2

4.     Føroyar 1

5.     Ísrael 1

6.     Moldova 1

Bólkur I:

Onglandi vann við eitt sindur av stríðið 2-0 á útivølli móti Albania. Harry Kane og Mason Mount skoraðu málini. Pólland vann 3-0 á Andorra, og Ungarn vann 3-0 á San Marino. Ongland hevur beina kós móti HM í Katar.

Støðan:

1.     Ongland 6

2.     Pólland 4

3.     Ungarn 4

4.     Albania 3

5.     Andorra 0

6.     San Marino 0

Bólkur J:

Tað er langur vegur á mál fyri Ísland, sum aftur í kvøld tapti. Hesa ferð á útivølli móti Armenia. Norðurmakedónia vann greitt 5-0 á Liktenstein, meðan Týskland vann tepran 1-0 sigur í Rumenia. Avgerandi málið skoraði Serge Gnabry. Týskland hevur fult stigatal sær eisini út til at hava beina kós móti HM-endaspælinum í Katar.

Støðan:

1.     Týskland 6

2.     Armenia 6

3.     Norðurmakedónia 3

4.     Rumenia 3

5.     Ísland 0

6.     Liktenstein 0