Bólkur A í HM endaspælinum í manshondbólti var avgreiddur í dag.
Oddaliðið, Frakland vann 26-25 (13-13) á Póllandi, og Tunesia vann 43-34 (23-16) á Angola.
Hetta merkti, at Ísland mátti vinna á Makedonia, ella fáa í minsta lagi ein javnleik fyri at vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar. Og tað gekk akkurát hjá Íslandi.
Ísland leikti javnleik 27-27 ímóti Makedonia. Í steðginum var Ísland á odda 15-13, og eitt skiftið var Ísland á odda 24-20, men Makedonia stóð seg væl seinastu løtuna, ikki minst í verjuni, og bjargaðu sær javnleik, sum merkir, at Makedonia verður nummar trý við fimm stigum. Ísland verður nummar fýra við fýra stigum. Tunesia hevur eisini fýra stig, men dregur svartaper, og sleppur ikki víðari. Ísland og Tunesia leiktu javnleik 22-22, og tí gjørdust málmunurin avgerandi. Málmunurin hjá Tunesia er 144-144, meðan málmunurin hjá Ìslandi er 128-121, og tí verður tað Ìsland, sum vinnur seg víðari í áttandapartsfinalurnar.
Rúnar Kárason gjørdist toppskjútti hjá Íslandi við sjey málum. Bjarki Már Elisson skeyt seks mál. Enn einaferð gjørdist Kiril Lazarov toppskjútti hjá Makedonia. Hesaferð við sjey málum.
Í áttandapartsfinaluni, sum verður spæld leygardagin klokkan 17 møtir Ísland vertstjóðini og favorittunum, Fraklandi. Makedonia møtir Noregi í áttandapartsfinaluni, sum verður spæld leygarkvøldið klokkan 19.45.