Tað sá leingi út til, at Ísland í kvøld fór at vinna ímóti Ungarn. Stutt undan steðginum legði Gylfi Þór Sigurðsson Ísland framum við brotssparki.
Tann støðan helt sær, inntil tað restaðu tríggir minuttir. Ungarn trýsti og pressaði, og hóast íslendingar arbeiddu sum leyvir, so mistu teir á stokkinum. Eftir fínt uppspæl í høgru og flatt innlegg var tað íslendingurin Birkir Már Sævarsson, sum - heilt stutt úr málinum og mitt fyri – var óheppin at seta bóltin í málið.
Russiski dómarin legði fýra minuttir aftrat. Tá var um reppið, at Ísland skoraði sigursmálið. Á brotsteigarmarkinum og mitt fyri bríkslaði dómarin fyri frísparki. Kanska var tað dygst innanfyri brotsteigarmarkið, at íslendingurin varð feldur.
Gylfi Þór Sigurðsson royndi seg við frísparki, manngarðurin blokeraði, og bólturin støkk út til Eidur Smári Guðjohnsen, sum smekkaði til. Bólturin varð blokeraður út til horna, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Ísland hevur framvegis møguleika at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Hvussu lagnan hjá íslendingum verður, fæst at vita mikukvøldið, tá ið Ísland og Eysturríki bresta saman í París.
Portugal og Eysturríki bresta saman klokkan 20. Úrslitið í tí dystinum verður avgerandi fyri, um tað verður neyðugt hjá Íslandi at vinna ímóti Eysturríki fyri at halda fram í áttandapartfinaluni.