Ísland noktar at vera við í FIFA 17

Ísland hevði á fyrsta sinni kunnað verið við í FIFA, men fótbóltssambandið segði nei

Nógvir ungdómar sita í hesum døgum og bíða spentir eftir, at FIFA 17 kemur út. Eins og siður hevur verið seinastu árini, so gera føroysku handlarnir, sum selja spælið, Expert og Elding, nógv burturúr, tá ið teir hava midnáttaropið um júst eina viku, tá ið FIFA-spælararnir sleppa at keypa og spæla spælið á fyrsta sinni.

 

Óivað eru tað nógv, millum annað í Føroyum, sum væl høvdu kunnað hugsað sær, at Ísland, sum bergtók alt fótbóltsevropa í EM-endaspælinum í summar, var við í spælinum. EA Sports ynskti eisini at fáa íslendska landsliðið við í spælið, men íslendska fótbóltssambandið segði nei. Orsøkin er fíggjarlig.

 

- Vit góðtaka ikki ringa viðferð. EA Sports bjóðaði okkum bert 115.000 krónur fyri rættindini til landsliðið. Vit kravdu ein hægri prís, sum EA Sports ikki góðtók, sigur Geir Thorsteinsson vegna íslendska fótbóltssambandið við bretska miðilin, Daily Telegraph.

 

Geir Thorsteinsson væntar tó, at tað ikki verður rúm tíð, áðrenn Ísland verður at síggja í FIFA-spølunum.

 

- Eg vænti, at vit fáa eitt nýtt tilboð næsta ár. Fleiri 100 milliónir spæla hatta spælið. Ísland er eitt kult-lið, og tí ivist eg ikki í, at nógv høvdu roynt seg sum Ísland í spælinum. Tað eru ofta smá lið ella lond við spennandi leikarum, ið verða sera væl umtókt í slíkum spølum, sigur Geir Thorsteinsson.

 

Tey, sum iðra seg um, at Ísland ikki verður við í FIFA 17, kunnu tó ugga seg við, at íslendska huh-rópið verður at hoyra, tá ið áskoðararnir skulu seta sín dám á fótbóltsdystirnar, ið eru so nær veruleikanum sum til ber. 

 

Samanlagt eru yvir 650 lið við í FIFA 17. Spælið kemur út hóskvøldið 29. september í Føroyum.