Íslendska fótbóltslandsliðið var aftur í venjingardysti á útivølli í kvøld, og eins og ímóti Fraklandi seinasta vikuskifti taptu íslendingar aftur hesaferð við tveimum málum ímóti trimum.
Dysturin í kvøld var á vøllinum Gamla Ullevi í Gøteborg ímóti svenska landsliðnum. Sviar fingu eina dreymabyrjan, tá Zlatan Ibrahimovic (myndin) legði teir á odda 1-0 longu í 2. minutti. Í 14. minutti økti Ola Toivonen til 2-0, men í 27. minutti minkaði Kolbeinn Sigþórsson til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki komu sviar upp á 3-1 í 77. minutti við máli hjá Christian Wilhelmsson, og í eykatíðini hjá dómaranum minkaði Hallgrímur Jónasson til 3-2.