Ísland tapti stórt

Svøríki hevur í kvøld tryggjað sær luttøku í millumumfarinum

Í kvøld fingu íslendingar av álvara oyruni í kroatisku hondbóltsmaskinuna. Ísland tapti 29-22, og nú er tað trýst á íslendingum. Ímóti Serbia skulu teir spæla um rættin at halda fram í kappingini.

 

Einki bendi í fyrra hálvleiki á, at Ísland skuldi leggja rygg til stórt tap. Íslendingar kendust trívast væl ímóti kroatisku favorittunum, og tað nervaði teir ikki, at mótstøðuliðið var á heimavølli.

 

Eftir steðgin broytti Kroatia verjuskipan, heimaliðið skifti málverja, og so varð tað ógvuliga torført hjá Íslandi, sum misnýtti eina rúgvu av uppløgdum møguleikum. Hálvleiksstøðan var 14-13, og tað endaði 29-22.

 

Nú verður tað seinnapartin týsdagin, at tað verður avgjørt, um Ísland skal halda fram í kappingini. Tá verður mótstøðuliðið Serbia, sum í dag tapti 30-25 ímóti Svøríki. Tað var serliga svenski málverjin Mikael Appelgren, sum við framúr spæli var munurin á liðunum. Sigurin ber við sær, at Svøríki hevur tryggjað sær pláss í millumumfarinum.

Trý lið í bólkinum halda fram, og tað verður Ísland ella Serbia, sum fer at sita við Svartaperi. Ísland fer at halda fram, um Serbia ikki vinnur við fleiri enn trimum málum ímóti Íslandi.

 

Í kvøld vann Noreg týdningarmiklan 33-28 sigur ímóti Hvítarusslandi. Noreg varð roknað at vera favorittur, og tølini siga, at talan varð um greiðan sigur, men tað gekk rættiliga long tíð, áðrenn norðmenn slitu seg leysar av treisku mótstøðumonnunum. Harvið hevur Noreg møguleika týskvøldið ímóti Eysturríki at tryggja sær pláss í millumumfarinum.

 

Hóast Frakland tók sær av løttum – eitt nú við at stjørnuspælarin Nikola Karabatic sat á beinkinum alla tíðina - so var talan um sannførandi sigur ímóti Eysturríki, sum nú hongur í klønum tráði.

 

Úrslit í dag

Bólkur A

Serbia - Svøríki 25-30

Ísland – Kroatia 22-29

 

Bólkur B

Noreg – Hvítarussland 33-28

Frakland – Eysturríki 33-26