Ísland og Føroyar spæla A-landsdyst á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, sum byrjaði klokkan 20.45, føroyska tíð.
93. min.: LIÐUGT Føroyar hava tapt dyst nummar 24 ímóti Íslandi, so hagtølini ímóti næstu grannum okkara siga, at íslendingar hava vunnið 22 ferðir, javnleikur hevur verið eina ferð, og at Føroyar enn bara hava vunnið tann eina dystin, sum var í mars mánaði í 2009. Sum so ofta, so hava vit ikki brúkt okkara kjansir, men fáa í staðin mál ímóti okkum. Avgjørt ikki ein dystur, Føroyar nýttust at tapt við tveimum málum, men íslendingar dugdu betur at taka av tilboðunum, ið góvust.
90. min.: Klokkan er farin út um teir 90 minuttirnar, og dómarin úr Luxembourg hevur lagt tríggjar minuttir aftrat.
90. min.: MÁÁÁL!!! 2-0 til Ísland. Gott innlegg úr høgru síðu endar við, at tað enn eina ferð er Kollbein SigÞórsson, sum er á rætta staðnum og við fremru stong smekkar bóltin í føroyska málið, uttan at Gunnar Nielsen fær gjørt so nógv við tað.
87. min.: Tíðin gongur undan, og íslendingar hava fótað sær síðstu løtuna og eru farnir at søkja meira at, samstundis sum føroyska spælið er blivið heldur spakari.
82. min.: Gott føroyskt álop, har Bogi Løkin vinnur bóltin frá íslendska málmanninum, men tað verður ov spískt og endar við horna. Bogi Løkin tekur tað, men íslendingum eydnast við tógvið stríð at fáa bóltin burtur. Virkar, sum Føroyar trýsta alsamt meira nú.
80. min.: Íslendsk útskifting:
79. min.: Føroysk útskifting, tí Bogi Løkin kemur inn fyri Daniel Udsen.
75. min.: Eitt korter eftir at spæla, og í løtuni tykist tað, sum føroyingarnir leggja minst líka nógv fyri, og javnan liggja teir framvið og koma inn í íslendska brotsteigin. Verjan er nógv betri, enn hon var tað at byrja við í dystinum, so tí er spælið eisini tryggari longur aftur á vøllinum, og higartil sær tað út til at smitta positivt fram eftir vøllinum!
71. min.: Réne Joensen kemur inn fyri Jónas Þór Næs.
70. min.: Jónas Þór Næs leggur enn einaferð væl innfyri úr høgru, har nýinnskifti Finnur Justinussen er á rætta staðnum, men er óheppin, tá hann sendir bóltin beint á málmannin. Enn ein sera góður føroyskur møguleiki! Virkar, sum føroyingarnir eru komnir betur í gongd eftir sínar skiftingar, enn íslendingar eru tað, og nú 20 minuttir eru eftir, verður útjavningin jagstrað heilhjartað!
68. min.: Íslendingar gera trífalda útskifting. Ari Freyr Skúlason kemur inn fyri Rúrik Gíslason, Eiður Smári Guðjohnsen inn fyri Jóhann Berg Guðmundsson, Grétar Rafn Steinsson inn fyri Birkir Már Sævarsson
65. min.: Finnur Justinussen kemur inn fyri Jóan Símun Edmundsson, og Pætur Dam Jacobsen kemur inn fyri Símun Samuelsen.
63. min.: Ótrúliga gott føroyskt álop, har bólturin fyrst kemur innfyri úr høgru síðu frá Daniel Udsen, men verður skallaður út í hina síðuna, har íslendingar ætla at fáa hann fram við Pól Jóhannusi Justinussen, sum tó ikki letur seg lumpa og verður leysur á baklinjuni í vinstru. Sendir væl innfyri til Jóan Símun Edmundsson, sum smekkar til á stongina, og Gunnleifur Gunnleifsson fær akkurát klórað bóltin til sín. Avgjørt størsti føroyski kjansurin higartil í dystinum, og her var nær við, at vit javnaðu!
59. min.: Dupult íslendsk skotroynd, har fyrst Gylfi Þór Sigurðsson fær skotið blokerað av verjuni, og síðani Gunnar Nielsen við knænum fær bjargað skotinum í aðru atløgu frá Jóhann Berg Guðmundsson. Tað tykist, sum økja íslendingar trýstið og eru ikki ordiliga nøgdir við, hvussu gingist hevur higartil, men framvegis eydnast føroyska samanspælið í løtum væl, men at uttan at beinleiðis atsóknir enn eru komnar burturúr eftir steðgin.
51. min.: So leikar hart á, tí íslendingar leypa á við nógvum monnum. Bólturin kemur yvir í vinstru, har Jóhann Berg Guðmundsson smekkar á yvirliggjaran, og síðani tveitir innskifti Gunnar Nielsen seg og bjargar skoti frá Birkir Már Sævarsson út til horna.
50. min.: Seinni hálvleikur farin í gongd, og tað hevur gingið javnt á fyrstu minuttirnar. Enn hevur eingin upplagur møguleiki verið.
45. min.: Hálvleikur á Laugardalsvøllinum og Ísland er á odda 1-0. Tað er í lagi, tí hóast føroyingar hava verið væl við, hava íslendingar átt flestu og næskastu royndirnar á málið. Munurin er tó ikki tann stóri á liðunum, so her kann framvegis alt henda.
41. min.: Íslendingar hava teir størru kjansirnar, tá teir koma framat, og hesa ferð var tað Rúrik Gíslason, ið legði væl innfyri úr høgru, har íslendski málskjúttin, Kollbein SigÞórsson, skallaði við síðuna av. Føroyska verjan tykist betur uppløgd og ansar betur eftir, tá vandin er á ferð í nánd av og inni í føroyska brotsteiginum.
39. min.: Føroyingar hava bóltin í egnum rekkjum í meira enn ein minutt, uttan at nakar íslendingur sleppur ímillum. Tað endar við, at Jónas Þór Næs sum ikki eina ferð leggur væl innfyri úr høgru, men Christian Lamhauge Holst, sum er væl staddur, fer á glið og fær ongantíð skot á bólkin, men vendir øvugt, tá skjótast skal.
32. min.: Føroyingar líka við at javna beinanvegin. Jónas Þór Næs sendir væl innfyri úr vinstru, og Christian Lamhauge Holst smekkar til, men beint við síðuna av eftir jørð, tí málverjin fær hondina á. Endar við hornasparki, sum tíverri heldur einki kemur burturúr. Eftir at Ísland hevur sett seg á meira av spælinum, eru føroyingarnir raknaðir væl við aftur.
30. min.: MÁÁÁL!!! 1-0 til Ísland, sum kemur á odda, tá Jóhann Berg Guðmundsson lyftir bóltin høgt innfyri úr vinstru síðu, men eingin í føroysku verjuni tekur ábyrgd, so Kollbein SigÞórsson sleppur at standa púra leysur inni á fimmmetrinum, har hann millum tveir føroyingar fær prikað bóltin inn. Eitt mál, sum í alt ov stóran mun kom burtur úr ongum.
26. min.: Birkir Bjarnason og Fróði Benjaminsen fáa báðir gult kort fyri at hava verið í í so ógvusligum hornatøkum á miðjum vølli í sambandi við eitt fríspark.
23. min.: Íslendingar gott álop, har teir spæla ímillum sín í føroyska brotsteiginum. Endar við, at Gylfi Þór Sigurðsson smekkar til, men beint við síðuna av.
19. min.: Daniel Udsen skjýtur fríspark stutt framman fyri miðjuna væl innfyri, har fleiri bjóða seg framat, men dómarin sigur, at teir hava verið ov grammir og dømir fríspark til íslendingar.
16. min.: Pól Jóhannus Justinussen leggur væl innfyri úr vinstru og Hallur Hansson roynir seg við skallara, men verður órógvaður av íslendsku verjuni, so bólturin fer hálvan metur við síðuna av.
15. min.: Føroyingar eru væl við og matsja til fulnar íslendsku mótstøðuna. Nú er tað oftari og oftari, at bólturin er á íslendsku hálvuni og at føroyingar fáa flutt hann væl ímillum sín. Tora betur, nú fyrsta korterið er farið og ferð eftir ferð eydnast at koma ímillum hjá íslendingum.
7. min.: Íslendingar leggja innfyri úr vinstru, og har skallar Birkir Bjarnason uppum, trýstur av føroysku verjuni.
5. min.: Jóan Símun Edmundsson fær bóltin millum miðjuna og brotsteigin hjá íslendingum, men er heldur einsamallur og roynir skot. Hann er tó óheppin og glíður í skotinum, so bólturin trillar inn til málmannin.
4. min.: Eftir spaka byrjan, har bólturin mest hevur verið á miðjum vølli, vinnur Jónas Þór Næs hornaspark í vinstru síðu, men tá tað kemur innfyri, verður tað skallað útum og einki spyrst burturúr.
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, ÍF (16. Gunnar Nielsen, Manchester City, 46.) 2. Jónas Þór Næs, Valur (15. René S. Joensen, Brøndby IF, 71.), 3. Rógvi Baldvinsson, Bristol Rovers, 4. Odmar Færø, B36, 5. Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ 7. Fróði Benjaminsen, HB, 10. Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, 6. Hallur Hansson, HB 8. Daniel Udsen, Helsingør (13. Bogi Løkin, ÍF, 79.), 11. Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (12. Finnur Justinussen, Jönköping Södra), 9. Símun Samuelsen, HB (17. Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur)
Gult kort: Fróði Benjaminsen
Ísland: 1. Gunnleifur Gunnleifsson, FH 2. Birkir Már Sævarsson, Brann Bergen (6. Grétar Rafn Steinsson, uttan felag, 68.), 14. Kári Árnason, Rotherdam, 5. Ragnar Sigurðsson, FC København (3. Indriði Sigurðsson, Viking, 46.), 13. Bjarni Ólafur Eiríksson, Stabæk 11. Rúrik Gíslason, OB (Ari Freyr Skúlason, Sundsvall IF, 68.), 17. Aron Einar Gunnarsson, Cardiff (4. Eggert Gunntór Jónsson, Wolverhampton, 46.), 10. Gylfi Þór Sigurðsson, Tottenham, 7. Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar (22. Eiður Smári Guðjohnsen, uttan felag, 68.) 8. Birkir Bjarnason, Pescara 9. Kollbein SigÞórsson, Ajax
Gult kort: Birkir Bjarnason
Dómari: Laurent Kopriwa, Luxembourg
Hjálpardómarar: Antonio De Corelis og Claudio De Carolis, Luxembourg
4. dómari: Gunnar Jarl Jónsson, Ísland