Ísland vann spennandi dyst ímóti Noregi

Íslendingar vunnu fyri løtu síðani ein sera spennandi dyst ímóti norðmonnum í EM í manshondbólti. Dysturin endaði 34-32 til Ísland, eftir at norðmenn høvdu verið á odda 20-18 í steðginum.

 

Dysturin var sera javnur, og liðini fylgdust tað mesta av tíðini. Men í seinna hálvleiki togaðu norðmenn seg fýra mál framum, men við einum sera góðum spurti eydnaðist tað íslendingum at koma upp á javnt og at enda framum. Tá tveir minuttir vóru eftir, var javnt 32-32, men so fingu íslendingar tvey mál, og so var liðugt.

 

Norðmenn vóru misnøgdir við teir donsku dómararnar í sjálvum endanum, tí teir vildu vera við, at teir áttu at fáa brotskast, tá støðan var 33-32. Men tað hildu dómararnir ikki, og so slapp Ísland í álop og skoraði.